JN

Vit vilja gera mun beinleiðis á netinum

...

2015-05-08 13:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ráðstevnan Vit vilja gera mun, sum Almannaverkið skipar fyri í dag, byrjar klokkan 9. Fleiri enn 700 fólk hava teknað seg til ráðstevnuna, men øll hava møguleika at fylgja beinleiðis við í fyrilestrum og kjakfundum, sum verða stroymaðir beinleiðis úr bæði Høllini og Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Ráðstevnan hevur fleiri endamál, men høvuðsendamálið er einfalt. Almannaverkið vil leggja upp til, at vit sum samfelag stinga út í kortið, hvussu vit vilja hava vælferðarsamfelagið at vera. Ráðstevnan er eisini eitt hátíðarhald nú Almannaverkið fyllir 40 ár. Dagurin fevnir víða, men fyri at tey, sum ikki kundu koma á ráðstevnuna kunnu fylgja við, verður stroymað beinleiðis frá degnum.

Sent verður beinleiðis frá Høllini, tá ið ráðstevnan byrjar klokkan 9, tá ið Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum setir ráðstevnuna. Almannaverkið skipar fyri fýra kjakfundum á ráðstevnuni, sum taka fatur á viðkomandi spurningar á økinum:

Høllin - Høgni í Jákupsstovu er orðstýrari

· Almannaútreiðslur komandi árini. Hans Ellefsen, Johnny í Grótinum og Kári Petersen kjakast um tikkandi búskaparligu bumbuna undir vælferðarsamfelagnum.

· Rúmligi arbeiðsmarknaðurin. Jógvan Fríðriksson, biskupur, Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súni Schwartz Jacobsen kjakast um rúmliga arbeiðsmarknaðin.

Skálin - Kári Durhuus er orðstýrari

· Tørvurin á vardum bústøðum Andras Róin, Bústaðir, Bárður Dam í Baianstovu, arkitektur, Jóna Olsen, Almannaverkið og Sigrún Wardum, forkvinna í Javna kjakast um, hvussu tørvurin á vardum bústøðum kann loysast.

· GPS tøkni og óhjálpin fólk - frælsi, etikkur og heimildir. Eyðhild Skaalum, Dátueftirlitið, Lene M. Johansen, Ríkisumboðið, Marjun Magnussen, Almannaráðið og Pál Weihe yvirlækni, kjakast um etisku avbjóðingarnar við nýggjastu tøknini, sum kann halda eyga við óhjálpnum fólki.

Harumframt halda fýra útlendskir serfrøðingar áhugaverdar fyrilestrar um avbjóðingar á Almannaøkinum:

Høllin:

· Gita vit ella vita vit? Knud Aarup, stjóri í Socialstyrelsen í Danmark

· Menniskjað og diagnosusamfelagið. Mickey Gjerris, teologur og Ph.d í Bioetikki

Skálin:

· Harðskapur - ein faklig avbjóðing. Bjarne Møller, chefkonsulentur

· Frá umsorgan til endurmenning. Charlotte Markussen, socialstjóri í Høje Taastrup Kommunu

Stroymað verður beinleiðis frá Høllini og Skálanum allan dagin, so øll kunnu fylgja við fyrilestrum og kjaki. Skráin fyri dagin sæst á av.fo, har stroymingarnar eisini eru tøkar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder