Í nýggjársrøðu síni nemur løgmaður við eitt neyðugt evni, sum vit eiga at byrja at kjakast um og taka støðu til. Ikki síðani 2. heimsbardaga hava so nógv flóttafólk verið í heiminum og tí er tað rætt at vit spyrja: Eiga vit at taka okkara lut av ábyrgdini av heimssamfelagnum og taka ímóti fólki í svárastu neyð? Ella skulu vit hugna okkum víðari í okkara smørholi og lata sum annara manna neyð ikki rakar okkum?
Eg eri samd við løgmanni, sjálvsagt skulu vit taka ábyrgd. Og til tess krevst, at vit fyrst taka ræði á útlendingaøkinum. Tí vit mugu sjálv hava fult ræði á útlendingamálum m.a. tá vit skulu viðgera umsóknir um friðskjól og tá vit møguliga skulu bjóða okkum fram at taka ímóti flóttafólki. Samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingaøkið undir føroyska ábyrgd vóru lidnar á embætismannastigi í desember 2003, tá val varð útskrivað í úrtíð. Sostatt varð longu tá politisk semja gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at útlendingamálini skuldu á føroyskar hendur. Mett er, at talan er um knappar 3mió. kr. árliga í eyka útreiðslum á fíggjarlógini av at taka fult ræði á økinum. Síðan 2008 hevur ??tlendingastovan í roynd og veru havt málsviðgerð av øllum umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum og hevur innlit í øll mál um familju- samanføring v.m. Hetta eru trupul mál at umsita hjá øllum londum, men við okkara royndum á økinum eru vit í minsta lagi eins væl fyri umsitingarliga sum onnur lond, at átaka okkum uppgávuna.
Síðani 2003 hevur Tjóðveldi fleiri ferðir lagt uppskot fram um at yvirtaka útlendinga- og uttanríkismál - seinast fyri fáum mánaðum síðani saman við Framsókn. Nógvar orsøkir hava verið nevndar til at fella uppskotini, m.a. verður víst til truplar støðutakanir viðv. flóttafólki. Men nú tekur løgmaður sjálvur málið upp og tað er gleðiligt, tí vónandi fær málið nú eina veruliga og virðiliga viðgerð.
Tó haldi eg fyrst og fremst vit eiga at byrja við at taka okkum nógv betri av tí vaksandi hópi av útlendskum einstaklingum og húskjum, ið sjálvboðin hava leitað sær til Føroya at seta búgv. Smbrt. Manntali vóru í 2011 1.614 fólk í Føroyum, sum eru fødd uttan fyri Føroyar ella Danmark og 2.464 fólk hava ikki føroyskt sum móðurmál. ??tlendingar eru í dag ein nátúrligur partur av okkara samfelag og eitt ríkt tilfeingi, ið rúmkar okkara vitan og kunnleika á so mangan hátt. Vit mennast sum fólk og samfelag av at liva upp til tey krøv, ið hesin nýggi veruleiki setir. Vit eru fáment og okkum tørvar menniskjaligt tilfeingi.
Men vit geva ikki hesum bólki nóg stóran ans. Vit hava ikki givið teimum eina rødd, ikki eitt stað, har tey kunnu savnast og fáa leiðbeining og góð ráð um teirra nýggja heimland og ikki nóg góðan møguleika at læra okkara mál, mentan og samfelag. At læra málið væl er lykilin til væleydnaða integrasjón. Lykilin til at kunnu brúka sínar førleikar og lykilin til fult at kunna virka og taka lut í fólkaræðinum.
Tingið hevur tikið undir við einum integrasjónsáliti, ið vísir á eina røð av tiltøkum, ið eru neyðug at seta í verk fyri at hjálpa tilfluttum fólki at fáa eina so góða byrjan og eina so góða tilveru í Føroyum sum gjørligt. Men sera fá av hesum átøkum eru sett í verk, og tað er ikki yvir at dylja, at avbjóðingin er stór - og júst tí eiga vit fyrst og fremst at raðfesta hesi átøk. Landið eigur ??? í samstarvi við kommunurnar ??? at bjóða tilfluttum ein byrjanarpakka, sum fyrst og fremst inniheldur nógv meira undirvísing í føroyskum. Sum er, fáa útlendingar 20 undirvísingartímar í føroyskum í boði, men umframt at pláss ofta ikki er fyri øllum á skeiðunum, so er tað alt, alt ov lítið og harumframt vantar stórliga undirvísing í føroyskari mentan og samfelagsviðurskiftum. Nógv hava góðar útbúgvingar og tað, teimum tørvar, er fyrst og fremst eina málsliga innføring í tað virkisøki, tey eru útbúgvin til, soleiðis at tey kunnu brúka sína útbúgving. Eisini er stórt ynski millum útlendingarnar í Føroyum at fáa eitt stað, har tey kundu hittast, eitt "útlendingahús???.
Eg fegnist um útmeldingina hjá løgmanni og vóni hon setir ferð á tað neyðuga kjakið um okkara støðu í heiminum og hvørja ábyrgd vit skulu taka á okkum. Meðan vit kjakast og gerast búgvin til at taka støðu til stórar avgerðir sum at bjóða flóttafólki inn, kunnu vit hóskandi byrja við at taka okkum væl av teimum 1600 nýggju borgarunum, sum longu hava ríkað okkara land, við at geva teimum møguleika fyri at fáa eina so góða tilveru sum til ber í teirra nýggja heimlandi. Og so skulu vit sjálvsagt taka fult ræði á útlendingaøkinum, tí útlendingamál hava nú verið ein politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í fleiri ár og tað er alneyðugt at fastleggja politisku og fyrisitingarligu ábyrgdina á einum staði.
Fari at nýta hetta høvið at ynskja øllum íbúgvum landsins - heimafólki eins væl og fólki aðrastaðni frá, ið búgva og starvast her - eitt eydnuberandi nýggjár. Vónin er, at vit megna at skapa umstøður fyri, at øll kenna seg eins nógv verd og at øll kenna seg sum ein part av felagsskapinum, sum myndar tað føroyska samfelagið.
Gunvør Balle
Tingkvinna Tjóðveldi
2. januar 2015
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald