Hesar seinastu dagarnar, hevur verið dúgliga ferðast. Nógv pallborð hava verið á skránni hjá mær, og tað hevur verið nógv sagt í mikrofonir. Ein sera áhugaverd tíð, og tí hevur tú ikki sæð so nógv lesarabrøv frá mær.
Eisini havi eg verið eitt sindur í SMS, har ið flokkarnir hava havt hvør sítt borð. Á henda hátt hevur verið møguligt, at tosa beinleiðis við veljaran, og tað hevur eisini verið gjørt dúgligt.
Ikki nógv at taka av
Eitt ið eg havi bitið merki í, eftir allar hesar samrøður, er at tað eru nógv, ið ikki hava nógvan pening at liva fyri, eftir at útreiðslurnar eru drignar frá. Í summum førum eru søgurnar skelkandi.
Summi siga frá, at tey hava ímillum 60 70 krónur um dagin (1.800 2.000 krónur um mánan), at liva fyri. Hettar er ikki nøktandi.
Demografiska avbjóðingin
Vit tosa um demografisku avbjóðingina, og um hvussu vit skilabest fáa fólkatalið upp.
Vit kunnu sláa eitt fast beinanvegin. Vit fáa ikki fólkatalið skjótari upp, við at minna á vøkru náttúruna. Ei heldur hjálpir at minna á, at peningur er settur av til tunnlar, at vit hava góðar festivalar um summarið, ella at vit næstu tvær vikurnar enn hava bestu pizza í norðurlondum í Klaksvík.
Tað ið harafturímóti gevur demografiska meining, er at gera tað fíggjarliga liviligt hjá tí einstaka.
Um hin einstaki hevur nóg nógv eftir, eftir skatt, til at hann/hon kann seta eitt sindur til viks hvønn mánað, so gerist tað fíggjarliga liviligt og tiltalandi.
Skatturin má lækkast hjá lágløntum
Vit í Miðflokkinum ynskja at arbeiða framm ímóti, at lættað um skattabyrðuna hjá teimum lág løntu. Tað hava vit ikki dult fyri. Vit síggja, at tað er liviligari í Føroyum eftir sokallaða flatskattin, men vit duga eisini at síggja at hendan skattaskipanin eigur at regulerast í niðara enda, soleiðis at tey lágløntu fáa meir at liva fyri.
MVGdifferentiering
Ongantíð hevur mær dámt tankan um MVG. Tað er ein eykaskattur, ið fólk hava góðtikið, tí tey síggja tað ikki sum ein ???skatt???, men sum eina ???avgift???. Styttingin stendur fyri meirvirðisgjaldið.
Onki í hesu verð, hevur eitt meirvirði. Alt hevur eitt virði, og tað er tað í tað er. Eitt meirvirði er í veruleikanum ikki til. Tað er bert ein eykaskattur.
Tá tað er sagt, so trúgvi eg, at ein MVGdifferentiering kundi hjálpt mongum, ið ikki hava nógv at liva fyri. Um MVG var lækkað ella avtikið á teimum vørum, sum føroyska húsarhaldið hevur mesta tørvin á, so strekti peningurin longur hjá teimum flestu. Her verður hugsa um vørur sum t.d. mjólk, breyð, frukt og grønt v.m.
Væl eri eg vitandi um, at slíkt kostar landskassanum pening í inntøkum. Men missurin hjá okkum í Føroyum, er størri, tá borgarir noyðast at geva skarvin yvir, og seta sær búgv í øðrum londum. Alt tað ið tey geva til fantastiska land okkara blívur vekk, og í fleiri førum koma eftirkomarar teirra heldur ikki aftur á klettarnar at seta búgv.
Við øðrum orðum: Vit mugu geva eitt sindur, fyri at fáa meir inn aftur.
Alt lóggevast til lands
Ein inntøka, sum skjótt kann viga upp móti einari MVGdifferentiering, er at lata vinnuna gagnnýta allan fiskin. Her verður meint við høvd, skræðu og innvøl.
Um allur fiskurin (100%) var lóggivin til lands til virkingar, so hevði vinnan skjótt funnið útav at foredla vøruna, og stutt tíð hevði gingið, til tað gav yvirskot.
Flokkar á okkara fiskivinnuskúla gera ymiskar verkætlanir, og vinna enntá 1. og/ella 2. pláss fyri nýhugsan og íverksetan. Sum ein flokksmaður segði í Skálavík, so er tað ikki nokk at geva teimum eina bukett og eitt diplom, og so gloyma at seta slíkan hugburð inn í høvuðsvinnu okkara.
Her manglar implementering (at seta loysnina í verk).
Avtak Kringvarpsgjaldið
Kringvarpið ger eitt týðandi arbeiði, ein stóran part av tíðini. Men tað eigur at vera einskilt sum skjótast. Tað er steinur omaná byrðu hjá teimum, ið ikki fáa endarnar at røkka saman, at tey í núverandi støðu eru noydd at gjalda fyri eitt Kringvarp, sum tey ikki lurta/hyggja eftir, og dagliga kenna seg ósamd við.
G.K. Chesterton segði: ???Journalism consists largely in saying ???Lord Jones died??? to people who never knew Lord Jones was alive.??? Men her hjá okkum, er einamest talan um eina miðvísa sekulering (ókristiliggeran) av Kringvarpinum, og tí vildi tað tænt øllum betur, um tað bleiv einskilt sum skjótast, soleiðis at tey sum ynsktu tað, kundu goldið fyri tað. Hettar vildi eisini sjálvvirkið effektiviserað allan stovnin.
Hettar vildi givið teimum lágløntu ein munandi lætta. Her er talan um einar 300 krónur um mánan hjá fólkið, sum longu, í summum førum, bert hevur 1.800 2.000 krónur at liva fyri.
Bill Vaughan segði: ???Tað hevði verið gott, um tey fátøku fingu helvtina av tí tað kostar, at kannað fíggjarligu støðu teirra???.
Vit mugu gera tað meiri liviligt, og talan er bert um vilja. Har viljin er, er vegurin tað við.
Tú hevur orðið
Góði veljari. Týsdagin er tað tú ið hevur orðið. ???I???ve got to sit down and figure out where I stand??? segði ein.
Ynskir tú betri kor til hini lágløntu og eitt hægri fólkatal, so gev Miðflokkinum títt X týsdagin.
Metir tú at vit skulu gevast at blakað tilfeingi okkara aftur í havið, tí vit bert vilja hava flakið, so er Miðflokkurin hitt besta staðið at seta títt X.
Ynskir tú eitt einskilt og harvið effektiviserað og meiri neutralt Kringvarp, so er Miðflokkurin besta valið.
Um tú ynskir nakað so einfalt og reint, sum at eini hjún áhaldandi skulu vera ein maður og ein kona, so er Listi H hitt trygga valið.
Fyri tína framtíð, og framtíðina hjá tínum børnum, vel endiliga Miðflokkin týsdagin. Tín atkvøða ger stóran mun.
Vilhelm Hendrik í Skálanum valevni
Miðflokksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald