Politikkur

Vit ??? ikki ES ??? gera av, hvat vit eta

...

2015-08-30 17:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í seinastuni hevur matvørulógin verið í brennindeplinum. Aldargamli hjallurin, sum hevur verið álitið hjá føroyingum, er við eitt vorðin ótíðarhóskandi og vandamikil. Hví? Tí ES hevur talað!

Mentanin, har vit hagreiða seyð og fisk í kjallaranum eftir aldargomlum siði, er nú lívshættisligur. Maturin, sum vit hava etið í øldir, er nú ikki egnaður sum mannaføði. Hví? Tí ES hevur talað!

Vit kunnu keypa okkum eitt føroyskt tjógv úr einum matvøruhandli og njóta eina dygdargóða vøru. Vit kunnu keypa okkum ein góðan, føroyskan bógv í matstovu og uppliva eitt gastronomiskt undur.

Men hetta er skjótt søga, um vit ikki bera skjótt at og siga við ES, at nú er NOKK.

Fólkaflokkurin vil arbeiða fyri, at tað framhaldandi skal vera loyvt at keypa og selja heimaframleiðslu hurð til hurð, í matvøruhandlum og matstovum.

Eg vil arbeiða fyri, at hetta verður fingið upp á pláss sum skjótast.

Hans Jákup Kallsberg

Valevni Fólkafloksins???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder