VIT MUGU HAVA FLEIRI KVINNUR INN Í BÝRÁÐIÐ!
Uppgávurnar hjá kommununum eru sera nógv broyttar seinnu árini. Fyrr var tað mesta asfalt og betong og havnaløg.
Nú er vent í holuni. Kommunurnar hava yvirtikið barnaøkið og nú eisini eldraøkið. Hetta eru mál, har kvinnurnar hava sína stóru styrki.
Lógarbundnu útreiðslurnar hjá kommununi eru á leið 66% av inntøkuni hjá kommununi.
Posturin børn og ung, stendur fyri 24,4% av øllum útreiðslunum hjá Vága kommunu, almanna- og heilsumál, harav eldraøkið, fyri 33,5% og undirvísing fyri 8,4%.
Tí er neyðugt at velja fólk í býráðið, sum hava skil á tí, peningurin verður nýttur til.
Sjálv havi eg arbeitt innan barnaøkið á yngri árum, eins og eg havi tikið míni tøk við at verið um tey gomlu í míni familju, so eg veit, hvat tað snýr seg um.
Seinnu árini havi eg arbeitt í fíggjardeildini í kommununi, so pengum havi eg eisini skil fyri.
Tað er við hesi barlast, eg bjóði meg fram at vera við til at stýra Vága kommunu komandi valskeið.
Jónhild Jørgensen, valevni á lista B, Trivnaðarlistin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald