Vit fingu bæði. Andstøðan sigur nú, at tað ikki ber til at geva skattalætta. Vit eru rúkandi ósamd. Munurin, tá Fólkaflokkurin sigur tað, so meina vit tað.
Avbjóðingarnar vóru stórar, tá vit tóku við fyri 4 árum síðan. Tað loystið seg ikki at arbeiða, vit høvdu høgt arbeiðsloysi, stórt undirskot í landskassanum og fólkafráflyting. Ikki øll trúðu at vit megnaðu at venda gongdini.
Vit fóru tó til verka við góðum treysti. Við flatskattinum fór aftur at loysa seg at arbeiða og við makrelstríðnum kom eisini stórur vøkstur.
Fíggjarpolitiskt hava við loyvt inntøkunum at vaksa skjótari enn útreiðslurnar. Inntøkurnar hjá landskassanum frá 2011-2014 eru vaksnar 2,6 ferðir so skjótt sum útreiðslurnar. Inntøkuvøksturin setur met í 2015.
??rslitini tala. Í dag eru yvir 1200 fleiri løntakarar, enn tað vóru í nov. 2011. Arbeiðsloysið er lækkað úr 7% niður í 3,0%, yvirskot á fíggjalógini í 2016. Fráflytingin er broytt til tilflyting og fólkatalið er vaksið við 549 bara seinasta árið. Vit eru 4 fólk frá at seta met í fólkatali.
...lat okkum nú ikki seta góðu gongdina í vanda.
Nú yvirskot verður á fíggjarlógini, ræður um at halda fast við fíggjarpolitikkin, nevniliga at inntøkurnar vaksa skjótari enn útreiðslurnar. Her er lykilin til skattalætta.
Andstøðan sigur nú at til ber ikki at geva skattalætta. Her eru vit rúkandi ósamd. Komandi vøkstur skal koma føroysku familjunum til góða. Lág- og miðallønt skulu hava skattalætta.
Eisini er gingið upp fyri andstøðuni, at hóast flatskatt, so rinda lægstu inntøkurnar næstan bara kommunuskatt. Tí er neyðugt at kommunurnar eru við í skattalættanum. Inntøkurnar hjá kommununum eru munandi størri enn teirra fíggjarætlanir siga. Henda vøkstur eiga føroysku familjurnar at fáa lut í.
Fólkið hevur skapt vøksturin og skulu sjálvsagt hava lut í honum. Lág- og miðallønt skulu hava skattalætta.
Munurin er, at tá Fólkaflokkurin arbeiðir við nøkrum, so meina vit tað.
Jørgen Niclasen
Valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald