Eftir at Neistin hevði vunnið FM-heitið við at vinna 13-12 á Kyndli, hittu vit Nicoletu R. Hansen, vit settu henni nakrar spurningar.
Hvussu vilt tú lýsa dystin?
Eg veit ikki - heilt óluksáliga spennandi dystur, men vit trúu 100% uppá, at vit fóru at vinna.
Gjørdu tit nakað øðrvísi í dag í mun til mikudagin?
Ja kanska eitt sindur - verjan hjá teimum riggaði betur í dag og málmaðurin hjá teimum tók nógv meira - annars yvirraskaðu tær okkum ikki við nøkrum í dag.
Helt tú nakrantíð at finalan ikki fór at verða avgjørd í dag?
Nei, eg hugsaði at tað var nokk við javnleiki, og tað var tað vit fóru eftir.
Upplivdu tit dystin soleiði ella spældu tit eftir minst javnleiki?
Ja.
Eru tit tær røttu FM-vinnararnir?
Yes - Yes Altíð, segði ein vælnøgd Nicoleta R. Hansen.
Vit á JN.fo ynskja Neistanum hjartaliga tillukkuð við FM-heitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald