Politikkur

Vit hava brúk fyri viðgerðartrygd

...

2018-04-05 15:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað skal bera til hjá øllum sjúklingum at fáa skjóta sjúkraviðgerð.

???Minst til at avlýsa tína viðtalutíð á Landssjúkrahúsinum um tú fært forfall.??? Við hesum orðunum byrjar ein video-lýsing sum spælir á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum. Í lýsingini verður sagt, at sjúkrahúsið upplivir javnan, at eingin møtir til ásettu tíðina, og tað forðar teimum í at brúka tíðina á skilabestan hátt. Hetta kostar eisini stóra upphædd á hvørjum ári.

Men kanska er tað ikki løgið, at fólk ikki møta til eina viðtalu, um bíðitíðin er long. Um tú fært eina tíð í næstu viku, so er størri møguleiki fyri at tú møtir, enn um tíðin tú fært er um eitt heilt ár. Og hetta er ein veruligur trupulleiki í Føroyum.

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at veita øllum føroyingum viðgerðartrygd. Málið við tí er, at allir sjúklingar skulu fáa møguleika at koma í viðgerð innan 30 dagar, frá tí at ein er vorðin sjúkur. Hetta er eitt høgt mál at seta sær, og onkur kann halda, at tað er í so høgt, men í øllum førum skulu vit kunna bjóða teimum sjúku eina trygd fyri, at tey koma í skjóta viðgerð.

At hava fólk sjúkrameldað í óneyðuga langa tíð kostar nógvar pengar, bæði tí at tey skulu hava pengar til lívsins uppihald, meðan tey bíða eftir viðgerðini, og tey eru harafturat óvirkin meðan tey bíða. Viðgerðin skal kortini gerast, og bíðitíðin ger hana ikki bíligari. Umframt alt hetta eiga vit ikki at gloyma, at lívsgóðskan hjá sjúklinginum versnar av, at hann gongur og bíðar eftir at fáa viðgerð.

Vónandi vinnur uppskotið hjá Sambandsflokkinum frama, tí her er nógv at vinna.

Helgi Abrahamsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder