Tá Bústaðir á vári 2021 fekk nýggja lániheimild frá løgtinginum fegnaðust vit. Nú kundi ferð aftur setast á arbeiðið hjá Bústøðum, eftir at tað hevði ligið eitt sindur í bíðistøðu eina tíð.
Tí søgdu vit báðar ja til at halda fram í stýrinum fyri Bústaðir og gleddu okkum til samstarvið í nýggja stýrinum. Umframt at vit gleddu okkum at halda fram við tí góða, professionella og konstruktiva samstarvinum, sum hevði verið saman við leiðsluni á Bústaðir tey árini, vit hava verið í stýrinum.
Endamálið hjá Bústøðum er óbroytt í mun til gomlu lógina og har stendur m.a.:
1) at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað
2) at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum
Tað er ikki soleiðis, at stýrið sjálvt kann avgera, hvat endamálið hjá Bústøðum er, hóast ein meiriluti í stýrinum hevur sett í starvsskipanina???at stýrið skal tryggja, atfelagið til eina og hvørja tíð hevur eitt greitt endamál???.
Tað hevur tíverri frá fyrsta degi verið ringt arbeiðslag í nýggja stýrinum fyri Bústaðir. Frá fyrsta degi var ivi sáddur um arbeiðið hjá Bústøðum, um at alt ikki er farið rætt fram og tí máttu gamlar avgerðir og verkætlanir kannast og granskast og hvør fundarfrágreiðing fleiri ár aftur í tíðina endavendast. Tí hava tað higartil ikki verið stundir til at koma í gongd við veruliga arbeiðið, sum er at fyrireika bygging av nýggjum íbúðum. Eingin byggiverkætlan er enn samtykt í nýggja stýrinum.
Vit vilja her taka frástøðu frá fleiri av teimum sjónarmiðum, sum formaðurin førdi fram í D&V 15. oktober eins og vit taka frástøðu frá tíðindaskrivinum frá formanninum 19. oktober. Vit vóru ikki vitandi um tíðindaskrivið. Tá formaðurin í samrøðu við D&V sigur, at skrivið er frá honum vegna stýrið og eina aðru ferð sigur, at skrivið er frá stovninum Bústaðir, so er tað ikki so, og hetta er ikki viðgjørt í stýrinum.
- Vit harmast um ta herferð og tann sálarliga ágang, sum formaðurin í løtuni koyrir ímóti Bústøðum, stjóranum, leiðarum og øllum starvsfólkunum.
- Vit eru ørkymlaðar um tann skaða, henda herferð hjá formanninum longu hevur havt á Bústaðir og tess virksemi.
oHer hugsa vit millum annað um tað misálit, sum formaðurin sáar um tað arbeiði, sum starvsfólkini á
Bústøðum hava útint og útinna hvønn dag. Við síni skriving og útsøgnum vísir formaðurin, at hann ikki
hevur álit á stjóranum og á starvsfólkunum.oVit hugsa eisini um tann skaða formaðurin hevur gjørt á tað framtíðar samstarv, sum Bústaðir skal hava við
íleggjarar, lánsveitarar, kommunur og arbeiðstakarar. Tá formaðurin rør framundir, at tað er fíggjarligt óskil
á Bústaðum, so er hann við til at skaða álitið á Bústaðir.
- Formaðurin sigur, at hansara mál er, at Bústaðir ongantíð skal hava fyri neyðini at biðja um pengar úr landskassanum.
Bústaðir hevur ongantíð haft fyri neyðini at biða um pengar úr landskassanum og fer væntandi heldur ikki at hava tað
fyri neyðini. Tí skilja vit ikki hvat formaðurin vil við slíkari útsøgn annað enn at skaða álitíð á Bústaðir.
- Tá formaðurin sigur at???Bústaðir stevna beint ímóti nýggjum gjaldsføristrupulleikum úti í sjónarringinum???er hetta
ikki rætt. Bústaðir hevur ongantíð haft gjaldsføristrupulleikar og einki grundarlag er fyri páhaldinum um, at Bústaðir í
framtíðini koma at hava gjaldføristrupulleikar.
- Tað er heldur ikki rætt, tá formaðurin sigur, at Bústaðir er í ferð við tríggjar nýggjar bústaðarbyggingar. Nýggja stýrið
hevur sum sagt onga verkætlan samtykt enn.
- Tað er somuleiðis heldur ikki tikin nøkur avgerð um at byggja teir búfelagsskapir og barnabústovnar, sum formaðurin
skrivar í tíðindaskrivinum. Hesar verkætlanir skulu avtalast við Almannaverkið og tað er ikki gjørt enn.
Vit halda at verandi arbeiðsháttur hjá formanninum er ábyrgdarleysur og niðurbrótandi og má broytast, um Bústaðir aftur skal arbeiða professionelt og konstruktivt. Soleiðis ber ikki til at arbeiða???hvørki í einum almennum grunni ella einum partafelagi. Tað er okkara vón, at stýrið fyri Bústaðir aftur verður virkisført.
Vinarliga
Emmy Joensen og Una Joensen, stýrislimir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald