Politikkur

Vit halda á at gera Føroyar betri fyri øll

...

2015-08-18 21:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava sæð eina stóra broyting í samfelagnum tey seinastu árini, og alt blomstrar. Her er summar alt árið, viðvíkjandi vælferðini hjá tí einstaka borgaranum.

Nú fara vit á val, fyri at gera tað uppaftur betri fyri øll. Soleiðis at samfelagið eggjar øllum lønarbólkum, ungum sum eldri, at taka nøkur eyka tøk, so at gjógvin ímillum rík og fátøk minkar meir. Og hvussu gera vit tað? Tá vit longu eru tað javnasta samfelagið, vit vanliga samanbera okkum við?

Fólkaflokkurin hevur svarið! Svarið er einfalt, skattalætti til lág-og miðallønt.

Tað er staðfest, at allir føroyingar taka undir við førda politikkinum, - eisini tey sum hava talað at.

Góði veljari, vit fara ikki at svíkja hetta lyftið vit geva tykkum um skattalætta. Og tí fara vit øll á val, og vísa okkara nøgd. Eingin lág- og miðalinntøka skal gjalda meira enn 30% í skatti.

Har vit brúka ein part av inntøkuvøkstrinum, at fíggja hendan skattalættan við.

Vøkstur er vegurin fram.

Eg bjóði meg fram at vera ein partur av hesum toymið, sum vilja halda fast um, - at Føroyar er, - og verur verandi, besta og javnasta landi í heiminum at búðleikast í.

Ríkidømið (landsins ogn), sum landið eigur, kemur øllum til góðar ídag ígjøgnum skattalættar. Vit í fólkaflokkinum, vilja ikki at hendan ognin gleppir okkum av hondum, við at man broytir ymiskar skipanir, í óðum verkum. Far tí á val, og vel fólkaflokkin.

Jógvan Kristin Olsen

Valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder