2017-06-02 10:26
Samanbera vit vinnutíttleikan í Føroyum við hini londini í Europa, er hann størstur í Føroyum, tá bæði kyn verða tikin saman, við 85%. T.v.s., at arbeiðsfjøldin í Føroyum í aldrinum frá 15 til og við 74 ár er 85% av fólkatalinum í sama aldursbólki. Næst eftir Føroyum kemur Ísland við 83%. Fyri E.S. tilsamans er vinnutíttleikin 65%, tað skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald