Politikkur

Vit eiga øll vindin og regnið

...

2015-08-24 13:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Land okkara er sera viðbrekið, tá tað ræður um orku. ??ll okkara vinna og øll okkara heim, ja alt samfelagið í dag má hava olju ??? ella okkurt slag av orku ??? fyri at kunna virka. Vit kunnu ikki ímynda okkum samfelagið uttan olju ella el.


Vit hava í nógv ár verið bundin av teimum oljuframleiðandi londunum og mugu gjalda við kassa eitt tað, sum tey krevja. Hvørja ferð oljuprísirnir náa óvanligar hæddir kemur røring í samfelagið, og øll vilja royna alternativar loysnir.

Skipaðar loysnir
Tað ber ikki til, at øll hvør í sínum lagi gera sína egnu orkuloysn. Tað skal ein skipaður orkupolitikkur til, fyri at náa skilagóðar loysnir. Kommunurnar í Føroyum hava gjørt stór framstig seinastu 70 árini. Vit hava í dag eitt vælvirkandi el-orku virksemi. Men tað er ikki nokk. Vit noyðast at hava ein føroyskan orkupolitikk við breiðari semju á Føroya Løgtingi, um hvønn vegin vit skulu fara.

Eitt orkuráð má skipast
Vit hava ivaleyst nógvar politikarar í Føroyum, sum hava nógvar góðar orkupolitiskar tankar, men tað nyttar bara onki, tá serfrøðin verður tikin av ræði uttan fyrilit. Tí eigur eitt orkuráð at verða sett á stovn sum skjótast, sum kann geva gott fakligt mótspæl til myndugleikarnar, so vit fáa tær bestu loysnirnar.

Rein grøn orka tí tað loysir seg
Tað eru fleiri orsøkir til at arbeiða miðvíst fyri nógv meira grønari orku í Føroyum. Vit eiga serfrøðina í landinum til at standa á odda og at náa endamálinum. Tær royndirnar, ið hava verið gjørdar við nógvum vindi og regni, eru sannar sólskinssøgur. Tær loysa seg og eru við til at loysa okkum meira og meira frá teimum fossilu brennievnunum og kunnu gera, at okkara kappingarføri mótvegis umheiminum gerst munandi betur. Og húsarhaldini fáa eisini ágóðan.

Vit eiga øll vindin og regnið.

Jákup Suni Lauritsen

Valevni hjá Miðflokkinum til løgtingsvalið

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder