Politikkur

Vit eiga ikki at leypa framav

...

2015-06-16 23:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar hava seinastu 30 árini við jøvnum millumbilum upplivað, at djóraverndarfelagsskapir hava skipað fyri herferðum til tess at steðga grindadrápi. Nú djóraverndarfólk hava boðað frá, at tey aftur í ár koma til landið og skipa fyri átøkum, eiga vit ikki at leypa framav. Tí eins og vit hava rætt at veiða hval, eiga vit at virða rættin at mótmæla.

Vit hava rætt at drepa grind. Føroyingar hava dripið grind í øldir. Veiðan er burðardygg, og hon fer fram undir skipaðum umstøðum, har djóravælferð er í hásæti. Grindadráp er ein náttúrligur partur av lívinum her á okkara oyggjum og framvegis eitt kærkomið matvøruískoyti til húsarhald kring landið. Men eins og rætturin at drepa grind er lógarfestur, er talufrælsi og rætturin at mótmæla grundlógartryggjað og grundleggjandi partur av fólkaræðinum.

Landsstýrið og løgreglan eru í jøvnum samskifti. Eitt er at mótmæla, men verða landsins lógir brotnar, og fremja fólk ágang á ognir og fólk, er tað ábyrgdin hjá løgregluni at taka sær av slíkum og at uppihalda lóg og landaskili.

Seinasta summar komu mótmælisfólk í hópatali til landið, og Føroyar og grindadráp komu at standa fyri skotum. Flest allir føroyingar vístu tó fyrimyndarligan atburð og vístu í verki, at føroyingar eru friðarligir og gestablíðir. Tað eiga fólk stórt rós uppiborið fyri. Mín vón og áheitan er tí, at fólk aftur í ár vísa sama fyrimyndarliga atburð og ikki leypa framav.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder