Politikkur

Vit eiga at fáa enn meira burtur úr makrelinum

...

2015-08-18 03:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit eiga at leggja árar í sjógv fyri at fáa ES at víðka fríhandilsavtaluna.

Hetta er lykilin, sum kann lata hurðina til ES marknaðin upp á víðan vegg.

Meginparturin av makrelinum, sum kemur upp á land í Føroyum verður heilfrystur, óviðgjørdur.

Síðani verður hann seldur til ymiskar útlendskar fyritøkur, sum framleiða góðskaðar vørur, sum helst allar enda á ES marknaðinum, so sum:

Makrelfløk

Roykt makrelfløk

Makrel í tomat (í dós)

Makrel í tomat (í tubum)

Makrel guf

o.s.v

Vit eiga at leggja stóran dent á at framleiða virðisøktar hágóðskuvørur í Føroyum og taka kappingina upp við útlendsku fyritøkurnar.

Vit hava serligar møguleikar í Føroyum, tí við at framleiða ófrysta feska vøru, hava vit serliga góðsku.

Tað er at gleðast yvir, at vit hava fyritøkur í Føroyum, sum hava megnað at bygt góð og vælútgjørd uppisjóvarvirkir í landinum. Hesi eru før fyri at taka ímóti nærum øllum makrelinum, sum vit fiska.

Hetta ger at skipini, ístaðin fyri at landa uttanlands, leggja fiskin upp á land í Føroyum, soleiðis at allir føroyingar hava atgongd til fiskin.

Hetta gevur eisini smærri fyritøkum møguleika at keypa fyrstafloks feska rávøru til hágóðskuframleiðslu við stórari virðisøking.

Hesar smáu fyritøkur kunnu, hvør í sínum lagi, serframleiða sínar vørur til ymisku sermarknaðirnar í ES, sum vanliga gjalda besta prísin.

Fólkaflokkurin vil betra um atgongdina til váðafúsan kapital hjá íverksetarum, t.d. gjøgnum grunnar hjá landinum.

Støðan í løtuni er tann, at góðskaðar vørur av makreli gjalda toll á veg inn í ES, hetta merkir ikki, at tílík framleiðsla ikki er gjørlig í Føroyum, men hetta er ein forðing, sum má fáast burtur.

Fólkaflokkurin vil leggja allar kreftir í til tess at víðka fríhandilsavtaluna við ES, til eisini at fevna um góðskaðar makrelvørur, eins væl og allar aðrar fiskavørur.

Lat okkum vísa útlendingum, at í Føroyum duga vit ikki ???bara??? at fiska, men eisini at framleiða.

Lat okkum vísa teimum, at vit eisini eru í serflokki tá ið framleiðslu og góðsku umræður.

Joen Magnus Rasmussen

Valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder