HAV.fo skrivar: Tað kann gerast møguligt at spáa um góðar gróðrarríkar umstøður á Landgrunninum hálvt- til hálvtannað ár frammanundan.
Kaldir og vindharðir vetrar køla, blanda og ???taða??? sjógvin millum New Foundland og Føroyar (sí mynd), og hetta økir um gróður og tískil føðinøgd til alla vistskipanina.
Í nýggjari grein, ið júst er útkomin í tíðarritinum Progress in Oceanography, er lýst, hvussu økt vetrarblanding førir til økta nøgd av reyðæti (Calanus finmarchicus), ið er týdningarmesta føðigrundarlagið í Norðuratlantshavi. Reyða økið á myndini vísir, hvar best ber til at spáa um nøgdina av reyðæti.
Týðiligt samband er funnið millum djúpa blanding og nógv djóraæti árini 1973, 1976, 1984-1985, 1991, 1993-1995, 2000-2001 og í 2008-2009. Harði veturin 2014-2015 førdi aftur til nógva blanding, og nøgdin av nebbasild og fiskayngli sum heild er økt seinastu tvey árini(Túrur 1628), og harafturat eru umstøðurnar hjá sjófugli við Føroyar betraðar nógv.
Hetta stuðlar undir, at slíkar forsøgnir kunnu gerast álítandi.
Greinin kann í avmarkaða tíð lesast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald