Í Føroyum skulu vit leggja meira orku í at virðisøkja fiskiríkidømið. Vit skulu leggja okkum eftir at fáa allan fisk upp á land í Føroyum. Eg tosaði við ein norðmann. Hann segði mær, at teir fáa 17 kr/kg fyri ryggir og høvd, og hetta fer til medisinídnaðin. Í dag fáa virki í Føroyum umleið 1 til 2 kr/kg. Kravið er, at ryggirnir skulu verða feskir, ikki 14 dagar gamlir, áðrenn teir verða frystir í blokk.
Góðskan av tí føroyska fiskinum skal eisini hækkast. Var á Vestanstevnu í Sandavági. Har var ein sera áhugaverd framløga um føroyskan saltfisk. Føroyingar byrjaðu fyri 150 árum síðani at senda saltfisk til Spanien. Hesin fiskur vann fyrstu virðisløn fyri góðsku; tað gera hann ikki í dag. Fyrr varð fiskurin vrakaður, tá ið hann kom upp á land, og tá ið hann sum saltfiskur fór av landinum. Tað vóru óheftir vrakarar, ið gjørdu hetta arbeiðið.
Eg veit um gransking, ið sigur, at føroyskur saltfiskur kann við somu nøgd sum í dag virðisøkjast við 100 til 150 milliónum, um vit kunnu fáa góðskuna upp.
Vit klára ikki at kappast við Norra og Ísland í nøgdum, latið okkum heldur kappast í góðsku.
Um vit selja okkara rávøru av landinum, fer hon til Kina at verða skorin til flak, kemur síðani aftur til Evropa sum føroyskur fiskur. Hetta er við til at dumpa prísin á føroysktvirkaðum fiski.
Um allur føroyskur fiskur verður meira virkaður í Føroyum, er hann nakað serligt. Tað eru bara føroyingar, ið selja hann ??? tá kunnu vit sjálvi áseta prísin.
Ein meirvirkan í Føroyum, ger eisini, at vit fáa brúk fyri lærdum ungum fólki. Hesi fólk hava ikki so nógv at koma heim til í dag.
Latið okkum í staðin fyri tilfeingisgjald heldur skatta útflutning av rávøru.
Vit meina tað
Jens Kristian Rasmussen
Valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald