JN

Vippað toskarhøvd í bátadráttin

...

2017-08-02 08:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Onkur, sum hevur ætlað sær at skorið kjálkar, hevur ikki verið nøgdur við høvdini.

Í morgun var myndamaður okkara á Oyrargjógv, har luktaði illa, hann leitaði hvaðani lukturin kom frá, og fann útav, at ein rúgva av toskarhøvdum var í bátadráttinum, soleiðis at um tú ætlar at draga bát, so skalt tú ígjøgnum torkarhøvdini, fyri at flota bátin.

Meginparturin vóru heil toskarhøvd t.v.s. eingin kjálki skorin, men nøkur fá vóru skorin og eisini lógu nýskornir kjálkar í rúgvuni - Helst hevur tann, sum hevur vippað høvdini har, ikki verið nøgdur við høvdini, tí tey hava luktað og hevur tí beint fyri teimum á ein sera óhóskandi hátt.

Um høvdini ikki verða beind burtur, so verða tey liggjandi har í langa tíð, tí um summari er eingin uppgangur á Oyrargjógv, sum kann beina fyri høvdunum.

Sera harmuligt at slíkt hendir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder