Í dag eru tað 100 dagar síðani, at sitandi samgonga tók við. Jú, nógvir hava trupulleikarnir verið, og oftani hevur verið tikið hart til orðanna í hesum tíðarskeiðnum. Ikki hevur nógv verið til hoyringar, og alt verður koyrt við skundi ígjøgnum. So kann ein standa spyrjandi mótvegis sær sjálvum: var tað hetta, ið eg valdi? ??? Men jú sannleikin er, at tað var júst hetta, ið tú valdi.
Eg vil eftir hetta tíðarskeiði gera eina meting av, hvussu skilagott uppskotið um uppboðssølu av fiskirættindum er. Nú ætli eg mær at venda eygu míni á, og hyggja at fiskivinnuni og landbúnaðinum í Føroyum.
Fiskivinnan og landbúnaðurin í Føroyum. Hví skulu hesi bæði nú samanlíknast?
Eg vildi heldur spurt meg: hví eru tey ikki vorðin samanlíknaði áður?
Samgongan vil nú hava fiskivinnuna og kvotir á uppboðssølu. Kvotir í fiskivinnuni, og ognarjørð í haganum kunnu beinleiðis samanlíknast.
Í felag hava tey bæði, at um tú skal upp í vinnuna, so skal tú keypa frá einum, ið longu eigur antin fiskikvotu, ella eigur jørð. Tá ið ein keypari so kemur til, so fara pengarnir beint í lumman á eigaranum, sum eru borgarir og ikki samfelag.
So er spurningurin: hví bert selja fiskirættindi, men ikki selja hagan, og jørðina í landbúnaðinum, sum vit øll hyggja uppá? ??? Hví fáa eg og tú sum borgarir í samfelagnum ikki keypt okkum 4 gillin á uppboðssølu, frá landinum, og so hava nakrar áseyðir? Hví vilja samgonguflokkarnir bert koyra fiskivinnuna á uppboðssølu, nú tá ið hesi bæði hava fylgst í tí, at man keypur og selur frá tí persóni, sum stendur sum eigari?
Tað má væl saktans vera tí, at tað nú eru pengar í sjónum, av tí at nógvur fiskur er í løtuni, og prísurin er góður. Eingin vísir áhuga í landbúnaðinum, tí at har gongur av hundan og til, og eingin vil skoyta um at sleppa uppí har, av tí at eitt tal av pengum ikki er so høgt har.
Tó, so skulu vit ikki longur aftur enn til fyrra part av 90???unum, tá ið fiskivinnan einki serligt antal krónur hevði av virði. Hvør skoytti tá um fiskivinnuna? ??? politikkarir? borgarnir? ??? nei tá vórðu tað nakrir fáir menn, ið satsaðu húski, hús, bil og alla aðra ogn, fyri at fáa tað peningaliga at hanga saman. Hvar var samfelagið, sum skríggjar eftir pengunum tá?
Tá var tað akkurát sum tað er í landbúnaðinum nú í hesum tíðum. Nakrir fáir einstakir sýna landbúnaðinum áhuga, og arbeiða reyvina úr buksunum, fyri at fáa alt tað heila at hanga saman, men um pengar brádliga komu í landbúnaðin aftur? Jú so skuldi fjøldin av fólki, ið skríggja so hart eftir at sleppa uppí, og eftir tilfeingisgjaldi nokk verði skjót, tí at tey vildu hava ein part av kakuni.
Hví fara samgonguflokkarnir bara har, sum pengar eru, heldur enn at virka fyri alt fólki? ??? eru tað ikki júst teir, ið tosa um at tryggja øllum betri livikor?
Førandi menn og reiðarí í Føroyum hava skapt ótrúlig arbeiðspláss. Eitt nú arbeiði eg sjálvur undir einum av hesum. Eg eri eingin stjóri ella reiðari, men eg arbeiði undir einum, ið gav mær hendan møguleikan. Hann hevur givið mær eina trygga framtíð, við hjálp frá tí, sum landið og sjógvurin rundan um okkum hevur at bjóðað. Eg kann bert verða takksamur hansara vegna. Eg skilji ikki, hví man skal vilja broyta nakað so trygt, og fara yvir í nakað, ið ikki er roynt fyrr.
Alt Føroya fólk frøddist, tá ið tað byrjaði at ganga hesum virkjum væl, tí at tey skaptu so góðar arbeiðskarmar fyri Føroya fólk. Teir vuksu og vuksu, og meira arbeiðsvirksemi gjørdist á landi, arbeiðsloysið minkaði í stórum prosenti, men hvat nú? ??? Nei, nú kemur øvundsjúkan í fólkið. Vit eru brádliga ikki nøgd við at vera tann vanligi arbeiðstakarin, men vit skulu øll upp á milliónina um árið. Hví ikki gleðast ein annan manns vegna?
Nei, heldur enn at taka har, ið tað gongur væl, so skuldu vit øll tikið okkum saman og givið okkum øllum hvør sítt nýggjárslyfti. Ikki at tapa okkum so og so nógv kilo, men um at skapt okkurt, ið gjørdi so at vit fingu líka stóra ávirkan fyri samfelagið. Ikki við at taka frá, har sum tað í dag gongur væl, men heldur frøðast teirra vegna, og so skapa okkara egna.
Eftir at hava tosað við bóndar í okkara landi, eftir at hava tosað við reiðarir í okkara landi og eftir at hava tosað við búskaparfrøðing í okkara landi, so eri eg sannførdur um, at ein uppboðssøla í hesum vaksandi tíðum als ikki er rætta loysnin.
Grenja um tíð til hoyringar, men eg havi fingið hoyringar hjá øllum hesum trimum leiklutum upp á so stutta tíð. Nei hetta eru alt undanførslir frá sannleikanum. ??vundsjúka leingi livið í hesum samfelag. Vónandi verður hetta uppskotið ikki samtykt, eftir at hetta so nógvar ákoyringar hevur havt. Millum annað hava vit lisið, at Bakkafrost má endurskoða teirra ætlanir, vit hava hoyrt at Christian í Grótinum hava slept ætlanunum, um at byggja ein nýggjan Norðborg og fleiri við hesum.
Um samgongan so enn vil selja fiskivinnuna á uppboðssølu, so vil eg so inniliga heita á somu sitandi samgongu, um at selja ogn í landbúnaðinum á uppboðssølu, tí at so skal tað eisini verða tað javnrættindi fyri øll, sum samgongan rópar so hart um. So kanst tú eisini spyrja teg sjálvan: er tað rætt? Er tað rætt mótvegis bóndanum, ið offraði alt, fyri at fáa tað heila at hanga saman ? ??? Sjálvur haldi eg ikki at tað er rætt, men tað er tað ótrúligt nokk meirilutin í løgtinginum, sum heldur.
Hetta hevur einki við eina samgongu at gera longur. Hetta klárar ein og hvør, sum skilir vanligan logikk at síggja, at hetta ikki er rætta leiðin at byggja samfelagið á. Hetta er bert fyri at skapa ein ótryggleika. Vónandi taka samgongulimir hetta til eftirtektar, tá ið teir skulu stemma. Løtuvinningar eru ongantíð rætta leiðin.
Eg fari við hesum skrivi, at ynskja øllum eini gleðilig jól, og eitt eydnuberandi nýggjár fyri alt Føroya fólk.
Eyðstein Zachariasen
Ungt Sjálvstýri
JN
Vinstravendi sosiali skavingarpolitikkurin
...
2015-12-24 02:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald