Vinnulívið hevur skift eigara. Bergur Zachariassen úr Hoyvík hevur keypt Vinnulívið og fer at reka blaðið.
- Eg haldi, at blaðið er eitt gott og neyðugt blað á føroyska marknaðinum. Dygdirnar hjá blaðnum eru eyðsæddar, og eg haldi, at fleiri møguleikar eru at menna blaðið enn meira, sigur Bergur Zachariassen.
Vinnulívið er komið út fýra ferðir um árið, og blaðið hevur lagt dent á, at lýsa vinnugreinar og vinnulívsfólk, har ein týðandi vinnulívspersónur hevur verið á forsíðuni á hvørjum blaði. Vinnulívið verður borið ókeypis til 1.000 fyritøkur í Føroyum og fæst eisini til keyps í handlum kring landið. Blaðið er óheft og álítandi og byggir á journalistiskar grundreglur.
- ??tlanin er, at gera onkrar smærri broytingar, men lesararnir fara tó at kenna seg aftur.Innihaldið fer at broytast í smáum. Eftir ætlan fara búskaparfrøðingar, grannskoðarar og onnur fakfólk at skriva afturat journalistiskum greinunum, sigur Bergur Zachariassen.
Nýggi eigarin hevur royndir innan føroyska miðlaheimin. Hann hevur m.a. starvast hjá Miðlahúsinum, har hann hevur fingist við marknaðarsamskipan og eisini sum lýsingarráðgevi. Bergur hevur eisini verið knýttur at Vinnulívinum, og hann kennir tí væl til grundarlagið hjá blaðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald