Politikkur

Vinnulívið í Føroyum blómar og mennist støðugt

...

2015-08-31 14:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 29.08.2015 var reisigildi aftur á Varðin Pelagic í suðri. Hetta er sætta byggistigið í sólskinssøguni, ið byrjaði á várið 2012.

Virkið hevur skapt hópin av arbeiðsplássum og líka nógvar ringvirkningar í nærumhvørvinum og Føroyum sum heild. Lønarútgjaldingarnar á virkinum hava tátta í 50 milliónir um árið.

Hvørki Varðin Pelagic á Tvøroyri ella Pelagos í Fuglafirði høvdu verði til uttan megnar politikst arbeiði av sitandi samgongu og fólkaflokkinum við róðri vinnupolitiskt.

Fólkaflokkurin hevur gjøgnum harðar samráðingar fingið til vega rávøruna til hesi virkir. Fólkaflokkurin hevur megna at skapt tryggar karmar fyri vinnuna, soleiðis at vinnan altíð veit, hvørjar treytirnar eru og tí hevur kunna gjørt stórar íløgur, bæði í skip og virkir.

Nú má kósin haldast, fyri at vinnan kann mennast enn meira. Stórar útbyggingar eru fyri framman í suðuroynni. ??tbyggingarnar koma at skapa fleiri arbeiðspláss og støðugari arbeiði enn higartil.

Tíverri er vinnan í bíðistøðu sum er, bíða verður eftir hvør kemur í samgongu eftir valið. Fólkaflokkurin hevur megna at skapt vinnuni tryggar karmar seinastu fýra árini. ??rslitið sæst aftur sum ein búskaparvøkstur, ið ikki er sæddur aðrastaðni í vesturheiminum. Andstøðan harafturímóti ynskir at eksperimentera við vinnuni og selja rávøruna og arbeiðsplássini á uppboð til hægstbjóðandi strámann hjá kinverjum og niðurlendingum.

Fólkaflokkurin er einasti flokkur, ið kann tryggja tann stabilitet, ið skal til, fyri at vinnan kann mennast og gera neyðugu íløgurnar til meirvirking av rávørutilfanginum. Henda meirvirking vil skapa fleiri hundrað nýggj arbeiðspláss, eisini vitunartung størv.

Meirvirking av rávørutilfanginum vil styrkja um búskap okkara og harvið tryggja vælferðarsamfelagið, okkum øllum at frama.

Um eg verði valdur á ting, vil eg arbeiða fyri hesum, okkara oyggj og fólkinum her býr at frama.

Vel eitt sterkt umboð á ting

Set X við Mortan Vang

Valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið 2015

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder