2017-08-30 19:49
Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2017 eru 6.000 tons sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir.
Fiskimálaráðið fekk 16 umsóknir um part av hesi kvou ??? tilsamans varð søkt um 29.360 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 10 umsóknir játtaðar tilsamans 6.000 tons av norðhavssild.
Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningarvirðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni.
Les meira um verkætlaninar frá 2017her.
Yvirlit yvir eldri verkætlanir 2012-17 kann síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald