Vinna

Vinnuhúsið, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag skipa fyri kveikjarafundi

....

2016-03-29 12:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í sambandi við almennu ráðstevnuna, sum Fróðskaparsetrið, Havstovan og Norðurlandahúsið hava tikið stig til  4. apríl, sí skrá og tilmelding á http://www.nlh.fo/, skipa Vinnuhúsið, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag fyri kveikjarafundi fyri innbodnum fyrrapartin týsdagin 5. apríl. Serliga spurningar um útluting av fiskirættindum og fígging av fiskivinnuni verða viðgjørdir. Tó verður eisini ein fyrilestur um samstarv í íslendsku fiskivinnuni.

Kveikjarafundurin verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum, er ókeypis, men krevur tilmelding á [email protected] ella á telefon 309900.

Týsdagur 5. apríl 2016

Klokkan

Skrá

09.00-09.05

Vælkomin

09.05-09.30

Daniel Bromley, professari, University of Wisconsin-Madison: Gaining Access to Fisheries Income Streams: Alternatives and Considerations

09.30-09.55

Bjarni Arnason, grannskoðari, NUMO: Nýskipan við denti á støðugar karmar og virðisøking

09.55-10.20

??lavur Gregersen, stjóri, Syntesa: Innboðin lisitatión sum marknaðargrundað útlutingarskipan

 

 

10.20-10.45

Kaffi

 

 

10.45-11.10

Bjarki Vigfusson, búskaparfrøðingur Sjávarklasinn: Samstarv í íslendsku fiskivinnuni ??? søgan um Iceland Ocean Cluster

 

 

11.10-11.40

Louise Haahjem, leiðari á sjógætisdeildini, Nordea: Fígging av fiskiflotanum í eini uppboðssøluskipan

11.40-12.05

Árni Ellefsen, stjóri, Banknordik: Fígging av fiskivinnuni*

12.05-12.30

Leivur Michelsen, stjóri, Realurin: Fígging av fiskivinnuni*

 

 

12.30 -

Ábit

*Heitini á fyrilestrum kunnu verða onnur enn nevnd omanfyri

Boðin til kveikjarafundin eru m.a. tingfólk, landsstýrisfólk, embætisfólk, reiðarar, virkisleiðarar, nýskipanarnevndin, hoyringsbólkar, granskar, tíðindafólk v.fl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder