Vinna

Vinnuhúsið fegnast, nú fríhandilsavtalan við Turkaland verður undirskrivað

...

2014-12-15 22:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá Løgmaður í morgin undirskrivar fríhandilsavtalu við Turkaland í Ankara er talan um søguliga hending, tí tað er ikki gerandiskostur, at nýggir marknaðir verða latnir upp fyri føroyska útflutningsvinnu. Tað er ein sannroynd, at Føroyar ofta enda aftaliga í raðfestingini, tá størri lond skulu velja, hvørji lond tey skulu nýta sína orku uppá. Tað krevur tí eitt áhaldandi arbeiði at fáa hesi lond í tal, og at sannføra tey um at raðfesta Føroyar frammaliga.

Nú fríhandilsavtala skal undirskrivast við Turkaland, er talan um ein marknað við uml. 80 mió fólkum, sum føroysk útflutningsvinna hevur verið áhugað í, men har høgir tollsatsir fyri fiskavørur hava forðað fyri, at nakar fiskaútflutningur av týdningi hevur verið til Turkalands.

Í kanning, sum Vinnuhúsið gjørdi millum limirnar í útflutningsvinnuni fyrr í ár, varð Turkaland raðfest høgt á listanum yvir tey lond, sum vinnan ynskti sær betri marknaðaratgongd til. Mett varð, at hetta er áhugaverdur marknaður fyri bæði pelagiskt, laks og hvítfisk.

Tá Løgmaður í morgin eftir ætlan setir sína undirskrift á fríhandilsavtaluna, er hetta tí ein góð jólagávu fyri útflutningsvinnuna, og fyri Føroyar sum heild.

Tað er tó ikki tíð at hvíla á laurberunum, tí har eru fleiri aðrir marknaðir, sum føroysk útflutningsvinna kundi ynskt sær handilsavtalur og/ella heilsufrøðiligar avtalur við, eitt nú Kina, Brasil, Australia og tollsamgonguna Russland, Kazakstan og Hvítarussland.

Vinnuhúsið vónar tí, at avtalan við Turkaland bert er fyrsta stigið á vegnum at fáa føroysku útflutningsvinnuni sømdir, sum kunnu samanberast við tær sømdir, sum kappingarneytar okkara hava tá um útflutning ræður.

Løgmaður og umsitingin hava í hesum føri rós uppiborið fyri at hava megnað at fáa eina fríhandilsavtalu við Turkaland í lag, hóast útlitini fyri hesum tíðum hava verið heldur døpur, tað skrivar vinnuhusid.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder