Fríggjadagin 13. mars. 2015. fingu 18 mans og ein kvinna prógv handað á Vinnuháskúlanum, har eini 100 fólk vóru komin saman fyri at luttaka í próvhandanini á skúlanum.
Stjórin, nevndi m.a. í røðu síni til maskinistarnar, at tað, júst í hesum mánaðinum, eru liðin 50 ár síðani, at maskinistútbúgvingin byrjaði í Føroyum. Tá gav útbúgvingin rættindi til at passa maskinur upp til, 500 hk svarandi til 368 KW, meðan hon í dag gevur rættindi til at passa maskinur upp til 2999 KW, samstundis sum hon gevur atgongd til altjóða maritimu vinnuna. ??tbúgvingin tekur íalt 9 mánaðir.
Vinnuháskúlin hevur seinastu árini bert tikið maskinistar inn á skúlan triðja hvør hálvár. Um nóg stórur áhugi er, verður ein flokkur tikin inn at byrja longu í august í ár.
Rógvi Aagaard Bielsen
Bjarni BergHeini GuttesenSigurd av ReyniKristoffur GaardlykkeLevi AnthoniussenJóan Petur Elmarson PetersenUni OknadalHeri Múller JacobsenRúni JoensenBárður OlsenAndy LjósáEivind Egholm GudmundsenRani ChristophersenJóhannus HansenJohn Reid Ziska JacobsenRemi HammerSólgerð JoensenRemi Johansen
Virðislønir vóru lætnar:1. Bjarni Berg,mátitól fráMaskinmeistarafelagnum2. Rógvi Aagaard Nielsen,kikara frá Eik Banka3. Jóan Petur Elmarson Petersen,lummaur frá Antares
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald