Politikkur

Vinnuferðin til Ísrael útsett

...

2021-08-18 10:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vinnuferðin til Ísrael, ið eftir ætlan skuldi vera 13.-19. oktober, er útsett.

Orsøkin er Covid-19 støðan í Ísrael, har talið av smittutilburðum er vaksandi, og er tað Delta frábrigdi, ið er fari at gera um seg har.

Smittutalið í Ísrael er í løtuni tað hægsta higartil í ár. Orsakað av hesum hevur stjórnin í Ísrael sett nýggj tiltøk í verk, sum m.a. innibera at ferðandi, eisini úr Føroyum, skulu í sóttarhald í minst eina viku við komu til Ísrael.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tí tikið avgerð um, at ferðin verður útsett til umstøðurnar aftur tala fyri eini slíkari ferð.

Meir fæst at vita við at venda sær til Áka Johansen, sendimann í Ísrael, tlf. 556116,[email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder