Vinna

Vinningsbýti til tryggingartakaran

...

2015-12-14 20:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur á eykaaðalfundi gjørt tað møguligt at veita tryggingartakaranum í Tryggingarfelagnum Føroyum vinningsbýti. Vinningsbýtið verður útlutað í mun til, hvussu stórt møguligt avlop samtakið hevur.

Sterkt og trygt grundarlag at bera aftur
Tryggingarfelagið Føroyar fylti 75 ár í summar. Hesi mongu árini er felagið vaksið nógv, bæði í vavi og virksemi.??? Umboðsráðið metir tí, at tíðin nú er búgvin til, at tryggingartakarin veruliga skal kenna, at tað loysir seg at vera limur í fíggjarligum sterkum felagi.

Ynskið um at rinda út vinningsbýti er grundað á, at TF Holding samtakið nú hevur eina hóskandi styrki og trygt grundarlag, sum ger hetta fíggjarliga møguligt:

· Eginognin var nærum 2,5 mia. kr. við hálvárið 2015.

· Solvensurin í TF Holding og dótturfeløgum er nøktandi.

· Kapitaltilbúgvingin í samtakinum er nøktandi.

· Hálvársúrslitið 2015 í samtakinum var 109 mió. kr.

Vinningsbýti av framtíðar inntøkum
Vinningsbýtið er tongt at komandi ársúrslitinum hjá samlaða TF Holding samtakinum. Avgerð um at útluta møguligt vinningsbýti verður árliga tikin á aðalfundinum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, fyrstu ferð á ársaðalfundinum í apríl 2016, tá endaligt grundarlag fyri møguligum útgjaldi er tøkt.

??tgjald til limir er vanligt uttanlands
At líknandi tryggingarfeløg rinda út til limir, er ikki ókent uttanlands. Í Norðurlondum hava stór tryggingarfeløg so sum Tryghedsgruppen, Gjensidige, GF og Lærerstandens Brandforsikring líknandi skipanir, sum Umboðsráðið nú hevur avgjørt at seta í gildi fyri kundar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum.

Stórt frambrot fyri felagið
Hóast skipanir sum hendan eru vanligar uttanlands, so er hon eitt stórt frambrot fyri føroyska felagið.

Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding samtakinum, metir, at henda avgerðin hjá Umboðsráðnum klárt og greitt sigur føroyingum, at hjá okkum er tað kundin, ið skal hava lut í vinninginum.

Stutt um TF Holding samtakið
Allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum eru limir í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Felagið eigur fleiri ognir og endamálið hjá felagnum er at umsita hesar ognir á best møguligan hátt. Virksemið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna verður í høvuðsheitum útint umvegis partafelagið TF Holding. TF Holding er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og seks dótturfeløgum, eitt nú Tryggingarfelagið Føroyar, Eik Banki og Betri pensjón.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder