JN

Vinni Victorsdóttir hevur í februar framsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági

...

2015-02-13 17:09 Author image
placeholder

 Í februar hevur VinniVictorsdóttir framsýning við ???Acryl og Enoustic??? list. 


Vinni byrjaði at mála við postalínsmáling, meðan hon búði í Eysturoynni seinastí 80-unum.
Tá hon flutti vesturaftur í sína heimbygd Miðvág, arbeiddi Vinni á dagstovninumá Sýnini, har hon undirvísti í tekstilmáling og øðrum. Hetta var eitt tilboðhar eldru heimabúgvandi pensiónistar í oynni komu hvønn seinnapartog arbeidduvið ymsum kreativum.

Í 2010 fekk Vinni áhuga fyri ???Enoustic??? listini. Enoustic er grikst, og er einlistastílur sum er nøkur 1.000-ára gamal. Heitt bivoks verður hitað upp til 60stig og smurt og málað á træ, pappír og annað.

Frá 2012 hevur Vinni seraliga tikist við at mála acryl myndir.

Í Miðvági er ein listastova, har javnan verður hildið skeið. Vinni hevur veriðá hesum skeiðum, umframt á øðrum sekeiðum. Á YouTube eru nógvar vegleiðingar,sum hon ger brúk av, og sum hevur verið sera lærandi.

Motivini eru hennara egnu insperatiónir og koma tær allastaðni frá, bæði úrnátturini og frá menniskjum.

Vinni tekur til, at mála og fáast við list er góð terapi. At mála ger hana tileitt betri menniskja
.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder