KVF skrivar:
Eftir núverandi skipanin skal alivinnan í Føroyum gjalda ein eyka partafelagsskat uppá 4,5 prosent umframt eitt tøkugjald uppá eitt hálvt prosent.
Hetta verður nú broytt soleiðis, at tøkugjaldið verður 5 prosent og partafelagsskatturin verður strikaður. Tó hevur man lagt upp fyri at laksaprísurin kann lækka, sigur løgmaður.
Atli Gregersen er stjóri á Hiddenfjord og er somuleiðis í nevndini í Havbúnaðarfelagnum. Hann hevur sitið í einum arbeiðsbólki, sum gav fyrrverandi samgonguni eitt álit um, hvussu ein gjaldskipan fyri alivinnuna eigur at innrætast.
Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord, heldur ikki nógv um broytingarnar. Sum heild eru føroysku politikarnir alt ov bráðir, heldur hann. Hann sipar til, at undanfarna samgonga boðaði frá at alivinannan skuldi gjalda 95 milliónir krónur meira.
Tað eru ymiskir háttir at sleppa undan at gjalda skatt og vil landið tryggja sær at pengarnir koma inn, eru aðrir møguleikar at gjalda eftir yvirskoti, sigur Atli Gregersen.
Hoyr HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald