JN

Vinnan og ferðavinnan í Vágum søkir eftir leiðara til Visit Vagar

...

2015-03-25 17:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leiðari ??? Visit Vagar

Vinnan og ferðavinnan í Vágum søkir eftir leiðara til Visit Vagar.

Høvuðsendamálið hjá Visit Vágar er at

-vera við til at menna vinnuna í Vágum og ferðavinnuna í Vágum og Føroyum

-framleiða kunnandi tilfar

-samskipa tiltøk, útferðir o.a.

-samstarva við veitarar, feløg og kommunurnar í økinum

-samstarva við føroyskar og útlendskar ferðavinnuveitarar

-at víðarimenna eina strategi og samstarvsætlan fyri ferðavinnuna í Vágum og skipan av samstarvinum við hinar kunningarstovurnar og Visit Faroe Islands

Vit bjóða

-eitt áhugavert og fjølbroytt starv

-eitt umhvørvi í støðugari menning

-møguleika fyri nýhugsan og nýskapan

Vit vænta av tær at tú

-hevur fíggjarligt tev

-hevur leiðsluførleikar

-hevur góð samstarvsevni

-ert nýhugsin og ágrýtin

-kanst handfara og trívast við einum skiftandi arbeiðsdegi

-hevur góðan telduførleika

-dugir væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

Umsókn

Umsókn við viðmælum og prógvi skal sendast Visit Vagar, flogvøllurin 2, 380 Sørvágur

ella við telduposti til [email protected] í seinasta lagi 15. april 2015.

Starvið verður sett skjótast møguligt; ella í seinasta lagi 1. juni 2015

Spurningar ella meiri kunning

Meir fæst at vita um starvið við senda teldupost til nevndina í Felagnum Vagar á t-post [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder