Á heysti 2016 tóku vit í Býráðnum stig til, at Fróðskaparsetrið skuldi blíva ein partur av loysnini rundanum Sjóvinnuhúsið. Sum forkvinna í mentamálanevndini tá, stuðlaði eg hesari ætlan, tí Setrinum tørvar hølir, ungdóminum tørvar viðkomandi útbúgvingar, og vinnuni tørvar vitan. Einki kann vera meira spennandi, enn at samskipa vitan og vinnu.
Men tað hóvaði ikki Tjóðveldisflokkinum tá. Tað kom heilt einfalt ikki uppá tal! Og Tjóðveldi brúkti nógv fjølmiðlapláss at háða hesa ætlan, og okkum sum høvdu fostrað hesar tankar. Sjóvinnuhúsið skuldi bara brúkast til slíkt, ið er tengt at virkseminum á bryggjuni. Her skuldi ikki samstarvast.
Nú er so vent í holuni. Størsti flokkur í býráðssamgonguni Tjóðveldi, tekur nú undir við, at Setrið fer avstað við 60 % av Sjóvinnuhúsinum. So man má siga, at mangan etur hundur tað, hann havnar.
Fegnist um at Setrið fær betri umstøður
Sum formaður í mentamálanevndini í undanfarnu samgongu fegnist eg um, at bygt verður víðari á tær loysnir, sum vit loystu úr lagdi. Tað tænir ungdóminum, tað tænir vinnuni og eisini Setrinum. Og tað tænir samgonguni til rós, at tey seta loysnina í verk.
Nógv onnur mál liggja klár at seta í verk
Og tað liggja nógv onnur mál klár at fremja. Vit síggja í tíðindaskrivi samgongulimir í býráðnum í trygdarhjálmi fegnast um lestrarbústaðirnar í Kommunuskúlanum. Minnist einki til, at Tjóðveldi helt hesa loysn vera so framskygda, tá ið vit settu hana í verk. Men eisini her tykist møguleiki vera fyri samstarvi.
Men langhylurin skal steðgast
Men langhylurin skal steðgast eins og ein onnur lítil íløga í eina skjótibreyt ??? ella kanska hevur samgongan longu angrað hesar avgerðir, sum hon tók í fíggjarnevndini fyri nøkrum døgum síðani. Okkurt er, sum bendir á tað.
Og sjálvandi skal tað vera lov at rætta eitt mistak ??? ella tvey.
Stendur tað til andstøðuna í Býráðnum, so halda vit fast um langhylin og skjótibreytina.
Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald