Vinna

Villleiður Havstovan ICES og Føroya Løgting

...

2016-08-03 10:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Villleiður Havstovan ICES og Føroya Løgting?

Eg havi í nøkrum greinum víst á, at tað kunnu vera nøkur óheppin ting umborð á Magnusi Heinason (MH), við trolinum og ljóðroyndum, sum kunnu verða viðvirkandi til , at Havstovan ikki fær røttu myndina av støðuni hjá toski og hýsu, og yvirlitstrolingarnar á landgrunninum í vár, vóru ikki nakað undantak, tí tað víst at tað ikki meira av toski, men tað mest undrunarsama var , at teir mettu ikki at toskurin teir fingu var feitari enn frammanundan, hettar sjálvt um snellu-, trol- og útróðrarbátar, sum hava roynt á somu leiðum, siga seg hava fingið munandi meira av toski - og toskurin er feitari enn árini frammanundan.

Spurningurin blívur við at hanga í luftini, hví passa royndirnar hjá MH ikki saman við tí veruleika, sum aðrir koma til?

Veruleikin er nú tann, at tað aftur er lagt uppskot fyri Føroya Løgting, við ein niðurskurði á 30%, fyri fleiri skipabólkar, har helvtin av teimum niðurskornu døgunum vera lætnir aftur til hvønn bólkin, har skipini fáa dagar í lutfalli eftir hvat tey hava brúkt av døgum í fiskiárinum 2015/2016, T.v.s., at um eitt skip, hevur keypt sær rættindir aðrastaðni, sum td. Onkur línuskip hava gjørt - keypt rættindir í Grønlandi - fyri at spara Føroya grunnin og harvið nærum ongar dagar hava brúkt í fiskiárinum 2015/2016, so fáa teir heldur ikki nakrar dagar av teimum 15%, sum eru komin aftur til bólkin, t.v.s. at niðurskurður fyri hesi skipini, blívur 30% av teimum døgunum teir áttu fiskiárið 2015/2016. Kann vera, at tey skipini hava brúk fyri øllum døgunum við Føroyar í komandi fiskiár, tí tað er í øllum førum hevur verið smáligur fiskiskapur av toski í Eystur Grønlandi í seinastuni.

Eitt annað hugsa dømi. Í bólkinum 4T, vóru 17 trolbátar í 1996, og eru teir minkaðir niður í 6, og um tann eini báturin ( T-Bátur 1) leypandi hevur keypt dagar, so hann í fiskiárið 2015/16 átti t.d. 350 dagar, men av ymiskum grundum, s.s. maskinbrek o.a., ikki hevur brúkt meira enn 140. Meðan ein annar trolbátur (T-bátur 2) bert eigur 140 daga hettar fiskiárið, men hevur lænt 150 dagar frá ???T-báti 1???.

Tað sum hesir trolbátar koma at hava rætt til at fiska, fyri fiskiár 2016/17 er:

T-Bátur 1:

T-bátur 2:

T.v.s. at ???T-bátur 1??? missur 84 dagar, meðan ???T-bátur 2???, fær tveir dag afturat, fyri fiskiárið 2016/2017, í mun hvat teir áttu fiskiárið 2015/2016.

Um Havstovan situr inni við skeivum upplýsingum, sum sjálvandi eisini blíva grundarlagið hjá ICIS, fyri teirra tilmælum, so er ringt at síggja at tað kann blíva nakað skil í ráðgevingini. Besta dømi um tað er, at Havstovan vildi hava ein niðurskurður á millum 50% til 75% av døgunum. Hettar skal so landsstýrismaðurin og vinnunevndin hjá løgtinginum hava liggjandi framman fyri sær tá endalig støða skal takast ??? ein vónleys uppgáva, alt meðan verandi aktørar hokna undir gongdini og blíva bara farri og farri. Tað kostar sjálvandi landi og fólki inntøkur, um hettar ikki eru neyðug tiltøk.

Havstovan roynir aftur at gera tað sama sum teir gjørdu í 1994, tá ið nógvu toska og hýsuleiðirnar blivu stongdar, har teir royndu at minka um veiðuorkuna, so almenningurin ikki skuldi fáa sannleikan at vita um allan toskin. Ongin frágreiðing er nakrantíð komin frá Havstovuni, um hvar toskurin kom frá tá.

Frá 1990 til 1992, var at kalla einki æti við Føroyar, og frá 1990 til byrjanina av 1994, vóru tey vánaligastu fiskiárini í nýggjari tíð. Eftir 1992 byrjaði tað at síggja betri út í sjónum, og tann fyrsti fiskiskapur sum batnað, var veiðan eftir svartkalva, sum eisini batnaði skjótt, og eisini bleiv meira og meira av nebbasild at síggja, serliga á landgrunninum norðanfyri.

Um ½ apríl í 1994, fekk ein trolbátur 37.000 pund av toski, av øllum støddum, uppá 36 tímar. Tað menn løgdu merki til var, at fleiri av toskunum høvdu smásteinar í maganum. Túrin eftir var eingir smásteinar at finna í nøkrum toskamaga.

Fyri uml. 14 døgum síðan, fekk ein snellubátur - sum var í kantinum NW úr Mykinesi - tosk, við svørtum royggj og smásteinum í maganum. Toskur úr Íslandi hevur vanliga svart royggj.

Mann hevur altíð hoyrt, at toskur tekur smásteinar í magan, tá ið hann fer niður í dýpið, og sleppur teimum aftur tá hann kemur grunt aftur.

Nú eri allar liviumstøðurnar hjá toski tilstaðar, og svartkalvin er her, nebbasildin er her, toskurin er byrjaður at koma, EL Nino er í hæddini, og síðani í mai 2015 hevur veri væl meira av toski at fáa og tað hevur veri bæði av smáum og stórum toski.

Kunningarfund

23. juni í ár, bjóðaði so Havstovan løgtinginum á kunningarfund um tilmæli hjá teimum. Tað er lætt at gera fyri almennan pening. Her skuldi fiskimenn eisini fingið almennan pening, fyri kunna fyrireika seg, so teir betur kundu samansjóða tað vitanina teir hava, so at teir eisini kunnu framleggja teirra sjónarmið, um fiskin og natúrina.

Broytingar eru jú alla tíðina í natúruni, og alt livandi roynir at flyta seg har til, sum bestu liviumstøðurnar eru. Heilt síðani1632 og fram til dagin í dag, kann man lesa um ár við hungursneyð og fiskaloysi, sum ikki er av manna áum, men heldur av náttúrugivnum viðurskiftum.

Føroya banki

Tað hevur ongin trolari fiska á Føroya Banka síðani 1987 og húkaveiða hevur veri ógvuliga av marka, og tey seinastu árini hevur heldur ongin húkaveiða veri har.

Royndirnar sum Havstovan gerð við MH, hava víst, at friðingarnar ikki hava hjálpt nakað sum helst, heldur tvørtur ímóti tí á Føroya Banka hevur ongantíð veri so lítið av toski sum nú, sambært Havstovuni. Tað kann verða eitt gott dømi um, at natúran hevur nógv meira ávirkan enn fiskarí og friðingar.

Eitt annað dømi eru friðingarnar vestan fyri Suðuroy, har bleiv eitt øki friða fyri troli innanfyri 12 fj., í 2003, og tá var góður fiskiskapur við toski, hýsu og flatfiski, men tá tað læt uppaftur 10 ár seinri í 2013, var onki at fáa.

Fiskidagaskipanin bleiv gjørd so, at man skuldi verða sera konservativur við at minka um fiskidagarnir, tá ið fiskastovnarnir minkaði og somuleiðis, at setasta teir upp aftur, tá ið fiskastovnarnir er í uppgongd. Tað liggur ein ávís sjálvregulering í skipanini, tí um ein fiskastovnur er lítil, jú minni fær mann hvønn fiskidagin, og samstundis er royndin minni, tí áhugin fyri at fiska minkar.

Havstovan hevur tó mælt til at skera dagatalið niður á hvørjum árið síðani 1997, sjálvt tá toskastovnurin hevur veri í vøkstri.

Eg skilji ikki hví man skal regulera so ógvusliga beint nú, tá ætlanin er, at alt skal broytast 1 jan. 2018, samstundis sum alt bendir á, at broytingar í natúruni eru rætta vegin.

Eyðun Hansen

Fyrrverandi trolaraskipari

Vestmanna 1-8-2016

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder