Eftir fýra ár við greiðari framgongd í føroyska samfelagnum, stendur vinstravongurin klárur at gjara út aftur úr landskassanum. Nú skal vera nýtslugildið í Føroyum, og rokningin skal sendast til vinnuna, sum skal gjalda gildið!
Eftir fýra ár við fastari fíggjarstýring er landskassin um at koma aftur á beint. Skattalættin hevur eggjað fólki til at arbeiða og hevur skapt vøkstur í búskapinum. Men nú standa vinstraflokkarnir klárir at seta hesa framgongd í vanda.
Eitt av hesum villu vallyftum hoyrdu vit á landsfundi Javnaðarfloksins fyrr í ár. Lyftið var ókeypis barnaansing til øll. Men hvør skal gjalda gildið? Jú, rokningin skal sendast til alivinnuna. Tað er altíð lætt geva gylt lyfti uttan at spyrja tann, sum skal gjalda. Hetta er at gera rokning uttan vert.
Heðin Mortensen, borgarstjóri fyri Javnaðarflokkin, segði í sjónvarpinum hóskvøldið, at hann ætlaði líka at nabba 200 milliónir krónur frá alivinnuni við einum pennastroki eftir valið. Gylt lyfti, men rokningina ætlaði hann at senda inn á Skálafjørðin. Hetta er vandamikil vinnupolitikkur.
Nú byrjar brúksveitslan í bakborði, og vandi kann vera fyri, at samfelagsskútan aftur koppar. Rokningin skal sendast inn á Skálafjørðin og til Klaksvíkar, har framleiðsluvinnan í stóran mun heldur til.
Vinstravongurin í føroyskum politikki er nú komin til búgvið borð, sum Fólkaflokkurin og sitandi samgonga hava borðreitt. Fólkaflokkurin borgar fyri, at vøksturin í búskapinum sleppur at halda fram, og hetta er tað veruliga grundarlagið undir øllum vallyftum.
Javnaðarflokkurin ætlaði at BR??KA seg burturúr kreppuni, meðan vit í Fólkaflokkinum vita, at vit bara kundu VAKSA okkum burturúr kreppuni. Og tað hava vit gjørt í stórum stíli.
Vit, politikarar mugu ikki halda, at tað eru vit, ið skapa vøksturin. Tað er vinnulívið og slitmannafjøldin, sum hvønn dag fer til arbeiðis at skapa virðir í hesum landi.
Komandi samgonga kemur til búgvið borð, sum sitandi samgonga hevur borðreitt. Nú er lagamanni at hava eitt yvirskot á fíggjarlógini fyri 2016 og frameftir, men Fólkaflokkurin fer ikki at díkja vinnuna undir í gjøldum.
Fólkaflokkurin meinar tað, hann sigur!
Rodmundur Nielsen, valevni Fólkafloksins???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald