24 ára gamli Viljormur Davidsen hevur í dag skrivað undir nýggjan sáttmála við Vejle. Nýggi sáttmálin er galdandi í tvey ár.
Viljormur kom til felagið í 2013, og sambært heimasíðuni hjá felagnum, so sigur ítróttastjórin Steen Thychosen, at Viljormur hevur verið ein tann stinnasti spælarin í felagnum síðani.
???Viljormur er ikke bare en international spiller, der kæmper på banen med alt, hvad han har. Han er en også en kæmpe fighter, og vi ved, hvad vi får til træning og til kamp,??? sigur Steen við heimasíðuna hjá felagnum.
"Eg gleði meg at vera ein partur av tí nýggja Vejle Boldklub. Samstundis setur hetta meg í eina góða støðu til landsliðið, og havi júst sagt Lars Olsen frá at eg havi skriva undir, og hann er glaður fyri mína avgerð. Eg og familjan eru follin væl til í Vejle, og eg vil sum altíð kempa fyri felagnum", sigur Viljormur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald