Politikkur

Vilja liberalisera rúsdrekkalógina - myndir

...

2014-12-03 19:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Meirilutin av umboðunum fyri politisku ungmannafeløgini vilja liberalisera rúsdrekkalógina. Tað kom fram á pallborðsfundi á Handilsskúlanum í dag.

Vin og øl á hillarnar í matvøruhandlunum, tað kann gerast veruleikin í framtíðini. Meirilutin av ungu politikararunum,ið sótu við pallborðið á Handilsskúlanum í dag, tóku í øllum førum undir við, at møguleiki skal verða hjá fólki at fara í matvøruhandlar at keypa vín og øl. Umboðini fyri politisku ungmannafeløgini tóku hinvegin ikki undir við, at fólk skulu kunnu keypa brennivín í matvøruhandlunum.

Krøv til útlendingar
Tað var PolUng og næmingaráðið, ið skipaði fyri pallborðsfundinum, har umboð fyri Huxa, Socialistisk Ung, Unga Tjóðveldi, Ung fyri Miðflokkin, Ungmannafelagið Samband og Framsøkin Ungdómur luttóku. Hini evnini, ið vóru viðgjørd vóru útlendingamál og einskiljing. Flokkarnir vóru ymiskir á málum um útlendingamál, men meirlutin av umboðunum vóru fyri, at krøv skulu setast útlendingum, ið koma hendavegin. Hinvegin vóru flokkarnir ymiskir á máli um einskiljing.

Gott kjak
Høllin var fullsett, og móti endanum av fundinum var lívligt kjak, við fleiri áhugaverdum spurningum frá næmingunum, kanska tí kjakið snúði seg um rúsdrekka. Tað skrivar fh.fo.

JN.fo var og tók nakrar myndir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder