Politikkur

Vil hava at vita, hvørja nyttu stuðulin til landbúnaðin hevur gjørt

...

2017-10-18 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvussu nógvan stuðul hevur Búnaðargrunnurin seinastu árini goldið bóndum, til at keypa búnaðarjørð og at velta upp úr nýggjum fyri, og hvønn týdning hevur hesin stuðulin havt fyri fíggjarligu støðuna hjá bóndum? Tann spurningin fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, at spyrja Høgna Hoydal, landsstýrismann, á tingfundinum í morgin, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni.

Helgi Abrahamsen vísir á, at Løgtingið samtykti í 2011 at broyta lógina um Búnaðargrunn, við millum annað tí endamáli at játta festum fígging til ætlanir, sum skuldu skapa varandi virðisøking av festunum. Fíggingin skuldi millum annað kunna veitast til at keypa búnaðarjørð, og til at velta og nýdyrka jørðina.

???Nógv varð tá tosað um, at mjólkarbøndur høvdu ikki atgongd til neyðugu mongdina av stráfóðri, tí orsaka av umsetiligu mjólkarkvotunum, var velti bøurin ofta langt burtur frá fjósunum,??? sigur Helgi Abrahamsen.

?????rslitið av hesum var, at nógv fóður bleiv innflutt, samtíðis sum nógvur veltur bøur ikki bleiv sligin,??? sigur hann.

Nú nøkur ár eru liðin síðani hetta átakið varð sett í verk, vil løgtingsmaðurin hava at vita, hvørji úrslit stuðulin hevur havt við sær.

Helgi Abrahamsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder