2017-02-24 16:44
Ikki er neyðugt at keða seg hetta vikuskiftið í Vágum. Hópin av tiltøkum eru at fara til av alskyns slagi.
Tunnilsdagur er leygardagin og handlarnir eru á tremur við tilboðum og endaútsølum. Spenningurin um steypafinaluna í flogbólti setur dám á Sørvág frá tíðliga á morgni tá SÍ skipar fyri upphiting og brunsj í Marghøllini í Sørvági frá kl. 10 og tombola frá kl. 11.30, áðrenn farið verður til Havnar at heppa á SÍ sum vónandi kemur vestur aftur við sigrinum!
Í Miðvági setur føstulávint dagssrkánna leygardagin. Magenta - gamla hotellið í Miðvági leggur út við at bjóða til Afternoon tea og arabiskt buffet. Um kvøldi spæla Jóan Jakku og Holgar uppi á og í kafeini verður arabiskt tema alla náttina. Í Nest verður serlig føstulávint matskrá.
MB skipar fyri føstulávintsdansi í bygdarhúsinum og saman við dansiáhugaðum veður skipað fyri føroyskum dansi í MB húsinum.
Sunnudagin kann man byrja við brunsj á Hotel Vágar ella við morgunmati í kirkjukjallarinum í Miðvági áðrenn guðstænastuna. Seinnapartin hevur Lions Vágar árliga tiltak á Giljanesi við klovninum BuBu og hoppiborgum til børn, matsølu, eydnuhjóli, mattobola og lutaseðlasølu.
Føstulávint mánadag skipar SÍF fyri tunnusláttri fyri børn, kvinnur og menn í róðrarnestinum í Sandavági við góðum vinningum til kattakongarnar og ymiskt gottt til matna verður til keyps.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald