Tveir dystir hava verið í EFFO-deildini í dag.
Víkingur vann 4-1 á Skála. Tað var tó Skála ið skoraði fyrsta málið í dystinum, tað var Edvin Jacobsen ið legði Skála á odda 0-1 eftir 35. minuttir, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Andreas Lava Olsen gjørdi skjótt av í seinna hálvleiki, og javnaði eftir at tríggir minuttir vórðu farnir. Filip Djordjevic legði Víking á odda 2-1 eftir 62. minuttir, og bara tríggjar minuttir seinni var hann aftur á rætta stað, og skoraði til 3-1. Jákup V. Olsen skoraði til 4-1, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Á Argjum tó AB móti B68. Einki mál kom í fyrra hálvleiki. Hákun Edmundsson legði B68 á odda eftir 53. minuttir, tað sá leingi út til at uppflytarnir skuldu fara avstað við øllum stignum, men Patrik Johannesen skoraði fyri AB tá tveir minuttir restaðu í, tað málið kom uppá brotsspark. Dysturin endaði 1-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald