Ítróttur

Víkingur stóri vinnarin í 6. umfari

...

2016-04-17 19:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
6. umfar í EFFO-deildini hevur verði í dag, tað komu óvanliga fá mál í teimum 5 dystunum ið vórðu leiktir í dag, tað komu bara 9 mál tilsamans.

Sí myndir frá TB - ÍF her.

Víkingur vann í yvirtíðini
Tað var stórdystur við Løkin í Runavík, tá NSÍ á øðrum plássið tók móti Víkingi á fimta plássið. 

Árni Frederiksberg legði NSÍ á odda tá hálvur tími var leiktur av dystinum. Gert Hansen javnaði fyri Víking í yvirtíðini av fyrra hálvleiki. Leingi sá út til, at liðini skuldu fáa hvørt sítt stig heim við, men tá 92. min. vórðu leiktir skoraði Hans Pauli Samuelsen, og bara 3. min. seinni staðfesti Sølvi Vatnhamar sigurin fyri Víking tá hann skoraði til 1-3.

ÍF vann við trimum málum á TB
Við Stórá í Trongisvági tók TB móti ÍF. Poul N. Mikkelsen legði ÍF á odda 0-1. Adeshina Lawal økti um leiðsluni til 0-2, sum eisini var hálvleiksstøðan. Dánjal á Lakjuni staðfesti sigurin fyri ÍF tá ið hann skoraði til 0-3.

Meistarnir fingu bara eitt stig
KÍ tók móti tvífaldaðu meistarnum. Róaldur Jakobsen legði B36 á odda í fyrra hálvleiki. Páll Klettskarð javnaði fyri KÍ móti dystarenda.

Oddaliðið fekk einki mál
HB tók móti AB. Tað kom einki mál í dystinum.

Uppflytarnir fingu eitt stig í part
Skála tók móti B68. Í tí dystinum kom heldur einki mál.
Nr.
Lið
DVJTMálS
1
HB
6
4
2
0
11-4
14
2
NSÍ
6
4
0
2
18-7
12
3
Víkingur
6
3
3
0
16-7
12
4
B36
6
3
2
1
11-5
11
5
6
3
1
2
11-8
10
6
ÍF
6
2
1
3
8-16
7
7
TB
6
1
2
3
2-6
5
8
Skála
6
1
1
4
2-11
4
9
AB
6
0
3
3
4-7
3
10
B68
6
0
3
3
3-15
3

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder