Víkingur hevur í kvøld spælt seg víðari í Champions League, tað gjørdi teir tá ið teir vunnu seinna dystin móti Trepca 89, sum er frá Kosovo.
Mett var at Víkingur fór at fáa eina torføra uppgávu tá ið teir skuldu spæla móti Trepca 89 í hitanum í Kosovo, Víkingur hevði annars eitt gott útgangsstøði til seinna dystin tí teir vunnu 2-1 í Føroyum. Tað var annars Trepca 89 ið byrjaði betri, men eftir góðan hálvan tíma fekk ein spælari hjá teimum reytt kort, og so bragdaði hjá Víkingi, tí stutt eftir skoraði Sorin Anghel til 0-1. Lítla løtu seinni skoraði Adeshina Lawal til 0-2, og var tað eisini hálvleiksstøðan. Víkingur førdi nú 4-1 samanlagt.
Sølvi Vatnhamar skoraði tvær ferðir í seinna hálvleiki og so var støðan 0-4. Heimaliðið fekk minkað um munin til 1-4. Víkingur vann samanlagt 6-2 og eru víðari til 2. umfar í Champions League, og fær 2. mió kr. við sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald