Beint eftir finaludystin millum VÍF og H71, hittu vit VÍF-venjaran Inga Olsen, vit settu Inga nakrar spurningar.
Ingi, nú eru tit føroyameistarar, hvussu upplivdi tú dystin?
Tú, tað beliv ein heilt annar dystur enn seinast, men nokkso tíðliga í dystinum, so fáa vit yvirtak uppá 2-3 mál + javnleik. Men vit søpla tað byrtur í byrjanini av seinna hálvleiki, og tá blívir tað ein nervadystur. Men so knappliga so gleppur tað aftur í seinna hálvleiki, og vit koma aftur uppá hasi 3 - 4 og 5 málini, tá blívir tað líkasum for tungt hjá teimum at heinta aftur.
Hugsaði tú nakrantíð, at tað fór at ganga galið, tá ið H71 kom framum í seinna hálvleiki?
Nei, tað hevði ikki endað meira galið enn so, enn at vit skuldu suður aftur í morgin, og bara at vita tað, at man hevur eina lívlinju har, tað er jú øðiliga gott, men tað er altíð eitt keðuligt fornemmilsi, at skula fara við einum keðiligur úrsliti suður aftur í morgin - So akkurát tá sá tað ikki serliga gott út.
Hvat er betri - tit vunnu FM í fjør og so aftur nú í ár, tit vunnu grundspælið í fjør, men í ár gjørdust tit nr. 2 í grundspælinum?
Eg veit ikki - tað virkar akkurát sum at avrikið í ár er betur, men vit vandu betri í fjør, vit byrjaðu betri og høvdu eitt langt/gott kappingarár - Í ár hevur tað verið øðiliga trivlandi, men betri uppá tann máta, at nú unnu vit rýtmuna móti endanum - serliga mikukvøldið tá ið vit hølvaðu teir av - í dag haldi eg - í mun til hinar dystirnar - høvdu tá ið vit høvdu yvirtakið alla tíðina - altso tað er betri uppá ein annan máta - tað vil eg siga, endar ein vælnøgdur Ingi Olsen.
Vit á JN.fo ynskja Inga Olsen, VÍF og vestmenningum hjartaliga tillukku við FM-heitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald