Ítróttur

VÍF vann við 10 málum í Klaksvík

...

2016-09-21 22:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Team Klaksvík tók í kvøld móti VÍF. VÍF legði seg á odda beinavegin, men tó so hekk Team Klaksvík í eini 20. min. Hálvleiksstøðan var 9-14. Tað gingu heili 12. min. Team Klaksvík fekk sítt fyrsta mál í seinna hálvleiki, og tá var VÍF komi uppá 19. Dysturin endaði 16-26.

Team Klaksvík: Jesper H. Laustsen, Rasmus S. Magnusson, Andrias Ellingsgaard 1, Jóhan Finnbogason, Birgir Poulsen, Jacob Knudsen, Hans Arne Thomsen, Hanus Norðberg 4, Beinir Johannesen 3, Finnur Hansson 3, Einar Dam 2, Vilhelm Vilhelsmen 1, Andrias Ellingsgaard og Petur Martin Eliasen 2.

VÍF: Magnus Matras, Uni M. Petersen, Mladen Mjerimacka, Jugoslav Djumic 2, Høgni Zachariassen 1, Jóhan í Garðastovu 1, Rúni Joensen 1, Hanus Christophersen 5, Jón Muller, Julian Olsen 4, Sjúrður Olsen og Filip Jojic 9.

Støður: 

5. min. 0-1
10. min. 2-5
15. min. 4-7
20. min. 6-9
25. min. 8-11
30. min. 9-14
35. min. 9-16
40. min. 9-18
45. min. 11-21
50. min. 12-24
55. min. 13-24
60. min. 16-26

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder