Í CocaCola-kappingini hjá monnum tók VÍF í kvøld ímóti Neistanum. Dysturin gjørdist sera spennandi, liðini fylgdust allan dystin, men úrslitið gjørdist at VÍF vann 24-20 eftir hálvleiksstøðuna 11-11. Í 40. minutti var støðan 16-15 til VÍF og 5 minuttir fyri leiklok var støðan 21-19, teir seinastu minuttirnar økti VÍF, soleiðis at teir vunnu við 4 málum.
Hjá VÍF gjørdist Filip Jojic besti málskjútti við 7 málum og hjá Neistanum fekk besti málskjúttin eisini 7 mál - tað var Jón í Innistovu.
Støðan í bólki 1:
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 1 | 24 | 20 | 4 | 2 |
2 | KÍF | 1 | 27 | 24 | 3 | 2 |
3 | H71 2 | 1 | 24 | 27 | -3 | 0 |
4 | Neistin | 1 | 20 | 24 | -4 | 0 |
VÍF: Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Teis M. Rasmussen, Agnar Joensen 1, Julian Olsen 3, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen 6, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson 3, Mads Eriksen 3, Hanus Christophersen 1, Filip Jojic 7, Sjúrður Nielsen.
Neistin: Mikkjal Hansen, Emil Dam, Jon í Innistovu 7, Jón Ludvig, Aleks Buha 3, Karl Herup Olsen 4, Andras Joensen, Tommy Fletcher 4, Sjúrður Thomassen 1, Kristjan Dulavík, Jugoslav Djumic 1, Torstein Balle, Torkil Hentze og Terji Mørk.
Støður:
5. min. 1-1
10. min. 3-2
15. min. 7-4
20. min. 9-8
25. min. 10-8
30. min. 11-11
35. min. 13-13
40. min. 16-15
45. min. 19-16
50. min. 19-18
55. min. 21-19
60. min. 24-20
Áskoðarar: 145
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald