Ítróttur

VÍF vann 38-31 á StÍF

...

2016-03-06 18:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
VÍF tók í dag móti Strandingum. StÍF byrjaði dystin betri, og vórðu longu eftir 5. min. 3 mál frammanfyri VÍF. Eftir 15. min. var StÍF á odda 8-10, men so fór VÍF frá StÍF, og hálvleiksstøðan var 21-15. VÍF helt somu gongdina í seinna hálvleiki og vann dystin 38-31.

VÍF: Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Rúni Joensen, Hanus Christophersen 2, Julian Olsen 3, Áki Egilsnes 8, Andrias Eriksen 5, Niklas Simonsen, Nuunu Lars Olsen, Høgni Johansen, Agnar Joensen 3, Heini Hanusarson 2, Filip Jojic 12 og Niklas Selvig 3.

StÍF: Ísak Olsen, Fríði R. Djurhuus 3, Danny Brandt 5, Pætur ó. Joensen, David Jacobsen, Pætur Johansen 4, Sveinur Justinussen 6, Kjartan Johansen 1, Rani Funn 2, Eli Gærdum, Dávid L. Danelsen, Jógvan G. Joensen, Marius Joensen 2 og Allan Norðberg 8.

Støður: 
5. min. 1-4
10. min. 6-5
15. min. 8-10
20. min. 11-10
25. min. 15-15
30. min. 21-15
35. min. 24-17
40. min. 28-20
45. min. 31-23
50. min. 33-25
55. min. 35-28
60. min. 38-31

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder