VÍF hevði í kvøld vitjan av grannunum úr Kollafirði. Liðini fylgdust væl í fyrra hálvleiki, til 5 minuttir vóru eftir, støðan í 20. min. var 9-8 til VÍF, hálvleiksstøðan gjørdist 15-10 til VÍF.
Í seinna hálvleiki runnu vestmenningarnir bara frá kollfiðringunum, endaliga støðan gjørdist 33-18 til VÍF.
KÍF- liðið hevur verið nógv merkt av skaðum og so er Niklas Selvik eisini farin til Íslands at spæla, tað samanlagt hevur viðført, at úrslitini ikki hava verið nøktandi í vetur.
Hjá vestmenningum koyrir tað bara, teir hava beina kós í finaluna.
VÍF: Sámal Joensen, Sjúrður Olsen 3, Teis H. Rasmussen 2, Agnar Joensen 2, Julian Olsen 2, Áki Egilsnes 8, Andrias Eriksen 7, Jón Muller 1, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson, Hanus Christophersen 1, Filip Jojic 4 og Sjúrður Nielsen 2.
KÍF: Pætur H. Skýlindal, Kristofer Karlsson, Tony Weyhe, Teitur Joensen 1, Hjalti Matras, Hans Eli Sigurbjørnson 3, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe 5, Rúni Joensen 7, Jákup Trygvason 1, Ási Dam 1 og Vilhelm Magnussen.
Støður:
5. min. 2-2
10. min. 6-4
15. min. 8-5
20. min. 9-8
25. min. 11-8
30. min. 15-10
35. min. 17-11
40. min. 19-12
45. min. 22-14
50. min. 26-15
55. min. 31-17
60. min. 33-18
Dòmarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen
Áskoðarar: 176
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald