2013-12-31 17:00
VÍF vann dystin 30-24, VÍF spælarnir spældu ein flottan dyst við einari sterkari verju, við Sjúrða Nielsen sum var "verjugeneralur" og einum sera væl spælandi málmanni Tóka Seloy.
VÍF stillaðu upp uttan Sámal Jákup, Sámal Joensen, Filip Jojic, Agnar Joensen og Julian Olsen, men restin av liðnum vístu ein góðan moral og bardu seg til sigurin. Støðan í hálvleikinum var 10-11 til VÍF. U20 landsliðið sóu út til at vera eitt sindur troyttir aftaná eina langa venjingarlegu. Tað var ein harður dystur, har spælarnir sluppu at brúka musklar, uttan at tað var ov harligt. Dómarnir dómdu væl, sigur Henrik Gerster til endan, tá ið jn.fo tosaði við hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald