2014-12-01 00:59
VÍF tók í dag ímóti Kyndli í Vestmanna. VÍF hevði undan dystinum í dag 16 stig og lá fremst í Atlantic Airwaysdeildini, Kyndil hevði 15 stig og lá nr. 2 á stigatalvuni. Vann Kyndil í dag, so fóru teir framum VÍF við einum stigi, tí var lagt upp til ein sera spennandi dyst.
Dysturin gjørdist eisini spennandi bæði í fyrra og seinna hálvleiki, hálvleikssstøðan var 13-13. Í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á, VÍF hevði tó hug at fara framum og tað eydnaðist, tá dómarin floytaði dystin av vísti máltalvan 26-23 til VÍF.
Hjá VÍF gjørdi Áki Egilsnes 7 mál og hjá Kyndli fekk Finnur Hansson eisini 7 mál.
Ein annar dystur er í dag leiktur, hann var millum H71 og KÍF, liðini samdust um javnleik 26-26.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald