Ítróttur

VÍF tók eitt fet móti FM-finalinum í kvøld móti StÍF

...

1899-12-31 22:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VÍF tók í kvøld móti Strandingum í FTZ-deildini hjá monnum, VÍF fekk eina flúgvandi byrjan uppá dystin og komu á odda 4-1, og hildu tað restina av fyrra hálvleiki, hálvleiksstøðan var 15-11. Eftir 2. min. av seinna hálvleiki fekk Kjartan Johansen beinleiðis reytt kort, og mótbrekkan hjá StÍF bleiv enn tyngri. Dysturin endaði 32-25.

VÍF: Sámal Joensen, Agnar Joensen 1, Rúni Joensen 1, Hanus Chritophersen 3, Julian Olsen 3, Áki Egilsnes 6, Andrias Eriksen 2, Bjarti Hansen 6, Mladen Mjerimacka, Sjúrður Olsen 5, Rói Lamhauge og Filip Jojic 4.

StÍF: Carsten Bang, Tummas Simonsen, Karl Martin Johansen 1, Allan Norðberg 8, Pætur Joensen, David Jacobsen, Pætur Johansen 2, Kjartan Johansen 2, Sveinur Justinussen 7, Eli Gærdum, Borgar M. Persson 2, Jógvan G. Joensen 2, Eyðbjørn og Djóni J. Petersen. 

Støður: 

5. min. 2-1

10. min. 6-2

15. min. 7-3

20. min. 11-7

25. min. 13-10

30. min. 15-11

35. min. 19-14

40. min. 23-16

45. min. 24-19

50. min. 27-22

55. min. 30-22

60. min. 32-25

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder