KÍF tók í kvøld ímóti VÍF. VÍF liggur fremst í Atlantic Airwaysdeildini, men í kvøld máttu teir dvína fyri KÍF.
Liðini fylgdust væl allan fyrra hálvleik og einar 10 minuttir inn í seinna hálvleik, men so dróg KÍF frá og vann til endans dystin 24-20 eftir at støðan í hálvleikinum var 13-12 til KÍF.
Serliga sá tað út til, at verjuparturin hjá VÍF ikki riggaði og tí høvdu málmennirnir eisini trupuleikar, men eisin hevði VÍF trupulleikar at sleppa ígjøgnum sterku KÍF-verjuna.
Hjá KÍF riggaði betri, tað skjóta álopsspælið riggaði væl og verjan og málmennirnir stóðu eisini væl.
KÍF: Pætur H. Skýlindal, Kristoffer Karlsson, Andrias Nielsen 1, Janus Jacobsen 4, Pætur Johannesen 3, Tony Weyhe 4, Teitur Joensen, Poul Finnur Egholm 3, Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe 1 og Ási Dam.
VÍF: Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Teis H. Rasmussen 2, Agnar Joensen 2, Julian Olsen, Áki Egilsnes 3, Andrias Eriksen 2, Jón múller 1, Niklas Simonsen, Tóki Seloy, Mads Eriksen 1, Hanus Christoffersen 2, Filip Jojic 5 og Sjúrður Nielsen 2.
Støður:
5. min. 1-3
10. min. 4-6
15. min. 7-8
20. min. 9-8
25. min. 10-11
30. min. 13-12
35. min. 15-13
40. min. 15-16
45. min. 18-16
50. min. 21-18
55. min. 22-19
60. min. 24-20
Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen.
Onnur úrslit í Atlantic Airwaysdeildini:
3 dystir verða leygardagin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald