Ítróttur

VÍF smurdi KÍF av - myndir

...

2014-02-27 02:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað gjørdist ein sonn málveitsla í Kollafirði í kvøld við ikki minni enn 68 málum - vestmenningar vunnu dystin 38-30 eftir at støðan í hálvleikinum var 16-22 til VÍF.

Annars byrjaðu kollfiðringar betri, teir førdu 5-3 í 5. minutti, men so fingu vestmenningar 4 mál og komu framum 5-7 í 8. minutti, og restina av dystinum førdi VÍF. Hjá VÍF stóð Niklas Simonsen ein branddyst í málinum, hann kom inn eftir at nakrir minuttir vóru leiktir, sigast kann, at tá vendi dysturin. 

Hjá KÍF gjørdi Nicklas Selvig 15 mál og hjá VÍF gjørdi Filip Jocic 13 mál

KÍF: ??la Kristian Djurhuus, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlindal, Magnus Muller 1, Rasmus Junker, Pætur Johannesen, Teitur Joensen, Hjalti H. Matras, Fríði Weyhe, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Nicklas Selvig 15, Rógvi Weyhe 1, Rúni Joensen 1, Jákup Trygvason 5 og Vilhelm Magnussen.

VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen 7, Julian Olsen 3, Joen P. Høgnesen 6, Agnar Joensen, Andrias Eriksen, Niklas Simonsen, Mads Eriksen 5, Tóki Seloy, Teis H. Rasmussen, Hanus Christophersen 1, Filip Jojic 13, Sjúrður Nielsen 1, Bjarni Djuhuus 1, Sámal J. Djurhuus og John R. Nielsen.

Støður:

5. min. 5-3

10. min. 6-8

15. min. 8-13

20. min. 11-16

25. min. 14-21

30. min. 16-22

35. min. 19-24

40. min. 19-27

45. min. 21-30

50. min. 24-32

55. min. 26-35

30. min. 30-38

Dómarar: Heri Petersen og Eyðun Samuelsen

Áskoðarar: 250

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder