Beint eftir at VÍF í kvøld hevði vunnið FM í manshondbólti, hittu vit VÍF-formannin - Áka Olsen - vit settu honum nakrar spurningar:
Hvussu fyrireikar tú teg, sum formaður, til ein slíkan finaludyst, sum í dag?
Nei - eg havi ikki fyrireikað meg so øgiliga væl, eg havi mannurerað í fjøllunum í morgun, líka til kl. 4 í dag - skundaði mær undir brús og so suður her, eg havi verið nógv upptikin, so eg havi ikki hugsað so øgiliga nógv um finaluna í dag - men í gjárkvøldið og tá ið eg vaknaði í morgum - tá var spenningurin stórur. Eg havi sjálvandi prátað við onkur fólk, og øll hava snakkað um hondbólt. Vit skipað fyri onkrum í kvøld í høllini í Vestmanna, meg heldigvís eru vit so nógv fólk, at eg sleppi frá, at gera so øgiliga nógv.
Hvussu føldist tað at síggja tykkara spælarar bera FM-heitið í hús?
Nei, eg má siga, at aftaná tað fyrru finaluna, var eg eitt sindur yvirraskaður, at teir spældu sp væl sum teir gjørdu, tí teir hava ikki verið so yvirbevísandi gjøgnum kappingina alt árið, haldi eg sjálvur. Eg haldi at teir knekkaðu hoyvíksingarnar dystin mikudagin, og forsettu so aftur í dag við sama stíli, men hoyvíksingar vóru betri í dag enn seinasta dyst - ju, eg eri sera stoltur av okkara spælarum.
Er hettar eitt fortjent FM-heitið?
Ja, nú er skipanin sum hon er, tú kanst siga sum so, at H71 hevur verið besta liðið í grundspælinum, men VÍF vann finaluna sera sannførandi - so JA.
Vit á JN.fo ynskja VÍF og vestmenningum hjartaliga tillukku við FM-heitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald